New York setti ferðafólkamet

Ongantíð áður hava so nógv ferðafólk vitja amerikanska stórbýin New York sum í fjør.

52 milliónir fólk vitjaðu New York í 2012, og tað var ein framgongd á tvey prosent samanborið við 2011. Hetta er triðja árið við framgongd í ferðafólkatalinum.

Høvuðsparturin av teimum vitjandi vóru amerikanarar – 41 milliónir – og hinar 11 milliónirnar vóru útlendingar. Tey mongu vitjandi løgdu sambært eini meting 36,9 milliardir dollarar eftir seg í New York, har íbúgvaratalið annars er umleið átta milliónir fólk.

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg er ikki heilt nøgdur við talið á ferðafólk, og hann vil hava enn størri vøkstur. Málið hjá honum er, at 55 milliónir ferðafólk vitja New York í 2015.

Sambært ferðavinnustovninum hjá ST telist New York millum fimm teir størstu ferðavinnubýirnar í heiminum. Hinir býirnir ovast á listanum eru Paris, London, Antalya og Singapore.