Tað stóra amerikanska blaðið The New York Times kunnger nú, at tað styðjar Barack Obama í valstríðnum til forsetavalið.
Blaðið skrivar, at tað styðjar Obama, tí hann hevur framt ta mest umfatandi heilsutrygdarskipanina í landinum síðani 1965, og tí hann hevur forðað fyri, at landið kom í líka stóra kreppu sum í undanfarnu øld. Ein triðja orsøk er, at forsetin hevur steðgað amerikonsku krígsførsluni í Irak.
The New York Times vónar, at forsetin verður afturvaldur, og at Kongressin fer at fremja mál, sum hava týdning fyri fólkið.
Forsetavalið í USA verður tann 6. november.