Newcastle vil hava Allardyce

Newcastle-formaðurin Freddy Shepherd fer fyri aðru ferð at bjóða Sam Allardyce leysa manager-sessin í Newcastle. Sunnudagin staðfesti Shepherd annars, at hann als ikki hevði tosað við Allardyce, sum fyri trimum ári síðani takkaði nei til sessin, tá hesin stóð honum í boði.

Avgerðin hjá Allardyce um at gevast í Bolton setti tó alt fyri eitt ferð á gitingar um, at hann var ávegis til St. James’s Park. Og at Roeder nú er farin úr sessinum hevur sum so bara styrkt hesar gitingar.

Og nú rokna enskir miðlar við, at fyrrverandi Bolton-venjarin fær boðið starvið seinnapartin í dag.

Alan Shearer er eisini eitt navn, sum hevur verið nevnt fleiri ferðir, men sjálvur hevur fyrrverandi liðskiparin hjá Newcastle ikki skumpað nakað sum helst undir hesi tíðindi. Onnur nøvn, sum hava verið nevnd, eru Mark Hughes, Sven-Goran Eriksson, Steve McLaren og Sevilla-venjarin, Juande Ramos.