Newcastle vil hava Calderwood

Tað vita enskir fjølmiðlar at siga.

 

The Mirror vildi annars verða við, at Colin Calderwood skuldi í starv sum hjálparvenjari í Newcastle, men hetta avsannar Calderwood sjálvur. Ein orsøk til hetta kann verða, at Calderwood bíðar eftir avgerðini um, hvør verður føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti.

 

Umframt Colin Calderwood eru eisini danin Flemming Serritslev og serbiski íslendingurin Luca Kostic upp á tal sum føroyskur landsliðvenjari.

 

Danska heimasíðan bold.dk hevur spurt Flemming Serritslev um føroyska áhugan fyri honum, men Serritslev vil ikki gera viðmerkingar í løtuni.

 

Klokkan 5 í dag fer nevndin í Fótbóltssambandinum á fund at gera, hvørjir av teimum trimum venjarunum, sum eru í uppskoti, skal venja føroyska landsliðið.

 

Umleið 1700 fólk hava atkvøtt á www.sosialurin.fo, og nógv tey flestu av teimum, góð 62% eru fyri, at Colin Calderwood gerst føroyskur landsliðsvenjari.

 

Hvør skal gerast landsliðsvenjari?

TRÝST HER FYRI AT ATKVØÐA