Sólvit Simonsen
-------
Nú er nógv, sjálvandi gott skrivað um konserthøllina. Jú, ójavnt er býtt. Tað stóð ikki á at blaka 20 milliónir í ein gamlan niðurdottnan saltskúr suðuri á Drelnesi.
Tað hevði verið spennandi at vitað, hvat endaligi kostnaðurin er, táið hesin skúrurin er burturbeindur og ein nýggjur, helst av gulli komin í staðin. Gott hevði eisini verið at vitað, hvørjar ársinntøkurnar av verkinum blivu, og somuleiðis hvørjar útreiðslurnar blivu, og so eisini hvør, ið kemur at dríva verkið.
Eg ynski svimjaranum í Vági alt tað besta; men minnist meg rætt, so blivu 2 milliónir settar av til fyrireiking frá landinum, so har fara nakað nógvar milliónir. Um so er, at svimjihylur skal byggjast, hví ikki leggja hann mitt í landinum, so at allir Føroyingar kunnu fáa gagn av honum.
Tað er langt at fara úr Fugloy og til Suðuroyar at svimja. Vágbingar eiga besta svimjaran í dag; men vónandi eru tað aðrir, ið koma framat við góðum úrslitum!
Eg haldi, at tað virkar bara eitt sindur løgið fyri mær, at sjálvt um tit eiga eina hetju í svimjing, at landið skal byggja honum ein svimjihyl í túninum.
Mær kemur tað fyri, sum til næstseinasta løgtingsval. Tá kappaðust politikkararnir um, at allir skuldu hava flogvøll í sínum túni.
Orsøkin til at eg tók pennin í hond, var tann, at eg tonkti um, hvussu lítið Sandoyggin verður vird! Tað er tað sama, hvat hon kemur upp á tal, so eru ikki pengar til nakað. Tað bleiv nú biðið um 4 milliónir til fyrireikan av tunlinum, men tað er rímuligt ongir pengar at finna til tað. Eg hoyrdi, at løgmaður úttalaði seg um, at vit skuldu ikki halda, at vit fingu nakran tunnil við tað fyrsta. »Fittur fýrur«.
Tað verður tosað nógv um ferðavinnu; hvussu dýr er Sandoyggin ikki í søgu, og allur útgrevstur liggur undir mold – ikki ein spaki verður settur í jørðina, tað er nakað sum hevði komið innaftur í pengum, um rætt varð atborið.
Ja, Sandoyggin hevur mangan verið illa við. Her vóru ágrýtnir menn, sum áttu tríggjar trolarar, og eg veit, hvat bátarnir áttu á bók. Men tá ið kreppan kom, bleiv bara alt blást undan beinunum á teimum og flakavirkini stongd, - Geri so væl Sandoyingar, hettar var tað!
Hesir somu menn, sum beinini vórðu sligin undan, hava síðani ført stórar trolarar og hava ríkað donsk reiðaríir, sum teir skilamenn teir eru.
Spell varð fyri Sandoynna at blíva av við slíkar menn.
Ikki skal haldast, at eg havi nakað ímóti Suðuroyingum - tvørturímóti - eg havi bert gott at bera teimum, líka frá tí eg sum blaðungur fór til skips saman við Suðuroyingum, og eg sendi teimum tær bestu heilsanir. Men tað er tungt at fylgja við, hvussu lætt hesir høgrasinnaðu tingmenn hava við at loypa bukk um Sandoynna.
N. B Spennandi verður at vita, hvussu nógv er sett av á fíggjarlógini, Sandoynni at frama.