Neyðugt at kenna fjalda krummtappin í samfelagsbúskapinum

Ólavur Christiansen, Fróðskaparsetur Føroya
----------
Hvørt høvuðsrák innan búskaparfrøði heldur seg ivaleyst hava funnið sítt serskilda “kjarnu-hugtak” (ella “krummtapp”). Hetta er tann forútfataði logiski grundvøllur, ið viðkomandi ástøði byggir á. Marxisman hevur til dømis “ósambær búskaparáhugamál”. Klassiska ástøðið hevur “ósjónligu hondina”. Nýklassiska ástøðið hevur “optimering”. Keynesianska ástøðið hevur “týdningin av samlaða eftirspurninginum”. O.s.fr. Søkkur hesin grundvøllur saman, dettur viðkomandi ástøði sundur.
Sum nakað nýtt verður í staðin roynt at finna “kjarnu-hugtakið” ella “krummtappin” í samfelagsbúskapinum gjøgnum skilfastar eygleiðingar og tilfars-sammetingar - og við eisini at nýta kvalitativ dátu. Fyribils er úrslitið “at halda uppi arbeiðsvirkninum”.

Higartil hevur ongin “rættrúgvandi” búskaparfrøðingur roynt at eyðmerkja eitt slíkt “kjarnu-hugtak” gjøgnum skipaðar eygleiðingar og skilfastar dátu-sammetingar.

Samheiti til “kjarnu-hugtakið” kunnu vera “krumtappurin”, “aðaltátturin”, “essensurin”, “tað týdningarmesta”, “høvuðsinnihaldið”, ella “kjarnu-bólkurin” í samfelags-búskapinum. Umframt at vera í samsvari við hesi samheiti, skal “kjarnu-hugtakið” eisini lúka nøkur ávís krøv um eginleikar (sí niðanfyri um hesar).

Uttan at havna nøkrum høvuðsráki innan búskaparfrøði, loyva eg mær at ganga út frá, at eitt slíkt “kjarnu-hugtak fyri samfelagsbúskapin” finnist – í minsta lagi sum eitt “fjalt mynstur” í tí ovurhonds stóra kompleksiteti, ið eyðkennir samfelagsbúskaparliga lívið. Við einum kendum ella einum nýggjum hugtaki fari eg at royna at samanfata innihaldið í hesum nú “fjalda” faktori, og harvið at navngeva hugtakinum. Eitt hugtak kunnu vit skilmarka sum eitt hugskot (ein “idé”), sum aftur og aftur verður staðfest sum eitt støðufast mynstur í tí atburði, ið vit eygleiða. Sostatt kunnu vit eisini lýsa hetta “kjarnu-hugtakið” sum “kjarnu-atburðar-mynstrið” í samfelags-búskaparliga lívinum.

Fyri at fáa hetta “fjalda mynstrið” undan kavi er neyðugt við nýggjum kanningar-metodum. Við skilfastari innsavnan og viðgerð av rúgvismiklum tilfari um búskaparligar hendingar hevur verið roynt at fáa henda higartil ókenda ella fjalda faktor at koma undan kavi úr tilfarinum, og at verða skilmarkaðan sum hugtak. Hetta arbeiðið er ikki liðugt enn. Fyribils niðurstøðurnar benda tó á at “kjarnu-hugtakið” - ella “kjarnu-atferðar-mynstrið” - er “at halda uppi arbeiðsvirkninum”. (“Arbeiðsvirkni” eitur á donskum “beskæftigelse” og á svenskum og norskum “sysselsætning”. Ikki fult arbeiðsvirkni merkir at partur av arbeiðsmegini er arbeiðsleys).

Í hesi grein verður stutt greitt frá hvussu eg eri komin til hesa fyribils niðurstøðu, og um praktiska týdningin av hesum hugtaki.

Rannsóknar-metoda

Av omanfyri standandi (og eisini næsta broti) skilst at ein serstøk rannsóknar-metoda hevur verið nýtt, sum er rættuliga ymisk frá tí, ið búskaparfrøðingar vanliga nýta. Við hesum háttalagi verður á skipaðan hátt roynt at skapa ástøði beinleiðis úr dátum. Skapta ástøðið skal forklára so nógv sum møguligt við so fáum hugtøkum sum møguligt. Talan er um eitt ástøði “rundan um” kjarnu-hugtakið. Hetta vil siga at ástøðið er avmarkað til tað, ið mest beinleiðis hevur samband við kjarnu-hugtakið, og at alt annað verður “sáldað frá”. Onki verður endaliga prógvað við hesum ástøði - seinasta orðið verður ongantíð sagt. Trúvirðið á skapta ástøðinum er líkindagjørt við beinleiðis grunding í dátu-tilfarinum. Enn eru hesar kanningar ikki komnar longri enn til kjarnu-hugtakið.

Eginleika-krøv til “kjarnu-hugtakið”

Sum nevnt gevur viðgerðin av tilfarinum ta fyribils niðurstøðuna at kjarnu-hugtakið (ella “krummtappurin”) er “at halda uppi arbeiðsvirkninum”.

Henda niðurstøða er millum annað ein avleiðing av at niðanfyri standandi krøv hava verið sett til týdningin av “kjarnu-hugtakinum”:

(a) Meira enn nakar annar táttur í samfelagsbúskapinum knýtir “kjarnu-hugtakið” hinar tættirnar í samfelagsbúskapinum saman.

(b) Styttri og neyvari enn nakað annað hugtak nevnir og forklárar “kjarnu-hugtakið” ekka-málið hjá luttakarunum í samfelagsbúskaparliga lívinum, og eisini hvussu hesi fólk aftur og aftur finna loysnir á hesum ekka-máli.

(c) Meira enn nakar annar táttur í samfelagsbúskapinum er “kjarnu-hugtakið” ein faktorur sum “drívur” og stýrir atburðin hjá luttakarunum í samfelagsbúskaparliga lívinum.

(d) Styttri og neyvari enn nakað annað hugtak forklárar “kjarnu-hugtakið” atburðin og ymiskleikan (variabilitetin) í atburðinum hjá luttakarunum í samfelagsbúskaparliga lívinum.

(e) Styttri og neyvari enn nakað annað hugtak samanfatar og forklárar “kjarnuhugtakið” tað sum er mest týðandi (relevant) og samstundis trupult (problematiskt) fyri luttakararnar í samfelagsbúskaparliga lívinum.

Hvussu hugtakið lúkar eginleika-krøvini

Í niðanfyri standandi punktum verður stutt mett um, hvussu hugtakið “at halda uppi arbeiðsvirkninum” lúkar omanfyri standandi eginleika-krøv frá (a) til (e).

(a) Fellir mest inn í heildina

Ymisk sløg av politikkum – frá fíggjarpolitikki til vinnupolitikk – hava øll sum teirra endaliga endamál “at halda uppi arbeiðsvirkninum”. Hetta endamál knýtir tískil saman ymisk sløg av politikkum. Arbeiðsvirknið – ov stórt, hóskandi, ella ov lítið – ávirkar allar samfelagsbúskaparligar støddir, frá RLÚ-saldo á fíggjarlóg til prísgongd og gjaldsjavnaúrslit, og arbeiðsvirknið verður eisini ávirkað av hesum somu støddum.

“At halda uppi arbeiðsvirkninum” er tískil ein margvíddur variabul, sum í størsta mun er treytaður og ávirkaður av øðrum støddum í samfelagsbúskapinum. Meira enn nakar annar táttur kemur spurningurin um arbeiðsvirknið tískil at knýta saman hinar tættirnar í samfelagsbúskapinum.

(b) Megin-ekkamálið og tess afturvendandi loysn

“At halda uppi arbeiðsvirkninum” er ivaleyst størsta avbjóðing og ekka-mál hjá teimum, ið hava ábyrgdina av búskaparpolitikkinum, og eisini hjá teimum, sum verða ávirkað av hesum politikki. Eydnast ikki at “halda uppi arbeiðsvirkninum” verður avleiðingin álvarsom, herundir fíggjarhall og í longdini avfólking. Í krepputíðum ávirkar hesin ekki enntá svøvngóðskuna, sinnisstøðuna og hýrin hjá stórum parti av fólkinum.

Nógvir søguligir vitnisburðir eru eisini um týdningin av hesum megin-ekka. T.d. eru ígongdverandi Norðurafrikansku kollveltingarnar í stóran mun tilskundaðar av ekka-elvandi ungdómsarbeiðsloysi. T.d. vann Hitler sína avgerandi undirtøku við at skapa fult arbeiðsvirkni aftaná ekka við stórum arbeiðsloysi. T.d. tryggjaði fult arbeiðsvirkni undir kommunismuni støðufesti hjá kommunistisku stýrunum í áratíggjur. Í einum marknaðarbúskapi er spurningurin um “at halda uppi arbeiðsvirkninum” ivaleyst størri og ásýniliga óloysiligari enn onnur samfelagsbúskaparlig vandamál.

Trupulleikin “at halda uppi arbeiðsvirkninum” er eisini sín egna afturvendandi loysn – hann verður loystur við “at halda uppi arbeiðsvirkninum”. Viðgerð av hesum ymisku “afturvendandi loysnum” er sjálvsagt týðandi, men liggur uttanfyri karmarnar í hesi grein.

(c) Drívur og stýrir atburði luttakaranna

“At halda uppi arbeiðsvirkninum” er ein faktorur sum í størsta mun “drívur” og “stýrir” atburðin hjá teimum, ið hava ábyrgdina av búskaparpolitikkinum, og eisini hjá teimum, sum verða rakt av hesum politikki.

Kristoffur Laksá hevur í síni nógv umrøddu kanning av føroyska vinnupolitikkinum givið eitt lýsandi dømi1. Kristoffur Laksá hevur staðfest at í verki (men ikki neyðturviliga í retorikki) hevur breið semja verið um vinnupolitikkin í Føroyum seinastu 60-70 árini, og at hesin politikkur hevur verið merkiliga støðugur. Vegna nýggjan sáttmála við EU og kreppuna í byrjan av nítarunum broyttist politikkurin frá at vera “vinnustuðlandi-merkantilistiskur” til at vera “veikt liberalur”.

Sjáldsami “vinnustuðlandi-merkantilistiski” politikkurin var púra skilvísur undir umstøðum, (1) har havið var frítt til fiskiskap, (2) har danir rindaðu fittan part av almennu útreiðslunum og avlop tí var til vinnustuðul, (3) og har tað “at halda uppi arbeiðsvirkninum“ var (og framvegis er) tað altavgerandi fyri luttakararnar í búskaparpolitisku skipanini.

Fyri útlendingar var hesin vinnustuðlandi-merkantilistiski politikkur óskiljandi í áttatiárunum. Vit síggja her at kjarnu-hugtakið “at halda uppi arbeiðsvirkninum” kann forklára politiskan atburð, sum annars er óskiljandi. Dømið lýsir eisini hvussu skilaðurin millum vinnupolitikk og annan búskaparpolitikk ikki er ektaður, men ónatúrligur.

(d) Forklárar atburð og ymiskleika í atburði

Sum nevnt omanfyri kann týdninginum av hugtakinum “at halda uppi arbeiðsvirkninum” lættliga forklára atburð og eisini meginpartin av ymiskleikanum (variabilitetinum) í atburði hjá teimum, ið taka avgerðir av búskaparligum ella búskapar-politiskum slagi, og sum verða ávirkað av hesum avgerðum. Við stórum arbeiðsloysi kunnu summir partar tala fyri ekspansivum fíggjarpolitikki við RLÚ-halli, meðan aðrir partar mæla frá slíkum politikki vegna avleiðingar fyri almennu skuldina – fer henda skuld upp um ávíst mark, kann avleiðingin blíva uppaftur størri arbeiðsloysi. Saman við givnum fortreytum forklárar kjarnu-hugtakið “at halda uppi arbeiðsvirkninum” sostatt atburð og ymiskleikan í atburði hjá luttakandi pørtunum í búskaparligu skipanini.

Hugtakið “at halda uppi arbeiðsvirkninum” (herundir lokalt) kann eisini lættliga forklára atburð og ymiskleika í atburði tá tað snýr seg um heilsumál (t.d. sjúkrahús), skúlamál, eldraforsorg (t.d. røktarheim), yvirtøkur av málsøkjum (t.d. andveikraverndin), undirstøðukervið, o.m.a. Vanligir búskaparfrøðingar kunnu fyri hesi øki siga hvat eigur at vera – teir eru altíð til reiðar við optimeringsloysn bygd á taltilfar. Við okkara kjarnu-hugtaki kunnu vit einans fyri hesi øki siga hvat hendir í veruleikanum.

(e) Tað mest týðandi og samstundis mest trupla

“At halda uppi arbeiðsvirkni” er ikki bara fíggjarliga relevant, men eisini menniskjaliga og kensluliga. Fyri luttakararnar í samfelags-búskaparliga skipanini er tað mest týðandi (relevanta) og samstundis trupla (problematiska) “at halda uppi arbeiðsvirkninum” gjøgnum støðugan búskaparvøkstur. Fyri grundgevingum fyri hesum uppáhaldi verður víst til greinina “Hví búskaparvøkstur er al-neyðugur og al-tvørligur” í Sosialinum 16. mars 2012.

Tøkni-menningin elvir til vaksandi framleidni og kann ikki steðgast. Hjá eini arbeiðsmegi, ið gerst støðugt meira effektiv, verður tískil ov lítið at gera uttan vaksandi materielt livistøði (t.v.s. vaksandi eftirspurning). Uttan positivan búskaparvøkstur og harvið vaksandi materielt livistøði verður úrslitið tískil hóparbeiðsloysi.

Í sær sjálvum gevur búskaparvøkstur og hækkandi materielt livistøði ikki fólkinum í heimsins ríku londum størri eydnusemi. Høvuðsgrundgevingin fyri búskaparvøkstri er at fyribyrgja vanlukku við hóparbeiðsloysi og við tess fylgjum. At síggja til gerst tískil vøkstur búskaparpolitiska endamálið fram um øll onnur búskapar-politisk endamál – og tað mest týðandi og trupla fyri luttakararnar í samfelagsbúskaparligu skipanini. Vøksturin hevur avgerandi týdning fyri tað, sum er uppaftur meira týðandi, nevniliga “at halda uppi arbeiðsvirkninum”.

Á síni ferð uppeftir er búskaparvøksturin óstøðugur og sveiggjandi. Vit hava hákonjunkturar við “yvirupphiting” og møguligum “prísbløðrum”. Ov stórt arbeiðsvirkni við “bløðru-búskapi” undir hákonjunkturum økir um vandan fyri størri arbeiðsloysi upp á longri sikt, tá lágkonjunktur kemur aftur við minkandi arbeiðsvirkni.

Næst eftir positivum búskaparvøkstri er nr. 2 málið sostatt at gera búskaparvøksturin meira støðugan og minni sveiggjandi á síni ferð uppeftir.

Praktisku avleiðingarnar av funna “kjarnu-hugtakinum”

Vanliga eru fólk so nógv hugfangaði í teirra virksemi, og kenna hetta virksemi so væl í øllum smálutum, at tey ikki kenna aftur endurtakandi mynstur í hesum virksemi. Vanliga eru hesi fólk heldur ikki før fyri at finna “kjarnu-hugtakið” fyri teirra virksemi uttan við serkønari hjálp uttanífrá. Hetta er eisini galdandi teir politikarar, ið hava ábyrgdina av búskaparpolitikkinum. Heppin og óheppin mynstur sleppa at endurtaka seg ferð eftir ferð - hvussu ofta svíkur veruleikasansurin ikki undir hákonjunkturi?

Tað kunnu vera fyrimunir í at hava innlit í slík endurtakandi mynstur, og í kjarnu-hugtakið fyri eitt givið virkisøki. Við hesum innliti kunnu vit straks venda ansi og atgerð beint móti tí, sum í verki er mest relevant og mest trupult innan virkisøkið. Við hesum innliti kunnu vit eisini beinan vegin skúgva til viks alt tað, sum í verki ikki er relevant - tí tað ikki hevur størri samband við kjarnu-hugtakið. Alt annað líka vil hetta lætta um eina tilgongd, har vit royna finna loysnir á megin-trupulleikunum innan virkisøkið - loysnir ið gjarna skuldu verið meira nýskapandi og hepnar enn royndu loysnirnar higartil.

Til dømis hevur verið roynt við skipaðum rannsóknum at finna “kjarnu-hugtakið” hjá sjúkrarøktarfrøðingum á skurð- og heilivágsdeildum. Úrslitið gjørdist “at síggja fyri sær versnandi støðu” (hjá sjúklinginum)2. Hetta hugtak lúkaði omanfyri nevndu krøv til “kjarnu-hugtakið. Sum ein “fjaldur faktor” stýrdi hetta “hugtak” atburðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, men uttan at sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru tilvitaðar um hetta - tær vistu ikki frammanundan, at tær alla tíðina vóru upp á vakt yvir fyri júst hesum “mynstri”. Nú fingu tær hetta at vita. Nú kundu tær sjálvar gera seg meira kendar við hetta “mynstur” og onnur tilknýtt mynstur. Nú kundu tær brúka hesa vitan í verki til at lætta um og betra um dygdina í teirra arbeiði. “Uppíleggingin” var ikki størri enn hetta. Kortini gjørdist tað ein stór hjálp og lætti.

Tey virkisøki, ið vit á henda hátt kunnu fyrireika til slíka “uppílegging”, kunnu røkka frá lærara-yrkinum, sosialráðgevara-yrkinum til sjúkrarøktarfrøðinga-yrkið og til yrkið hjá teimum praktikarum (politikarum), ið hava ábyrgdina av samfelagsbúskapinum. “Uppíleggingin” er sjálvlýsandi: Allar orsøkir eru til at fara beint og straks til tað, sum í verki er mest relevant og samstundis trupult, og at leggja til síðis tað, sum í verki hevur minni týdning.

Hugtakið “at halda uppi arbeiðsvirkninum” (lokalt og globalt) er upp á ymsar hættir knýtt at t.d. skúlamálum. Her snýr tað seg bara um hvar skúlar skulu liggja. Her snýr tað seg eisini um innihaldið í skúlaskapinum - eitt innihald sum fær týdning fyri arbeiðsvirkni og lívsdygdina hjá teimum arbeiðsvirknu. Hesum seinasta hava politikararnir ikki víst nakran ans, men hava passivt latið frá sær alt vald ES og PISA. Hetta seinasta kann merkja at okkurt annað enn tað mest týðandi og trupla fyri Føroyar er sett í brennidepilin.

Somuleiðis er hugtakið “at halda uppi arbeiðsvirkninum” á ymsar hættir knýtt at, til dømis, heilsupolitikki og almannapolitikki. Politikarar hava tó ikki givið nógvum av hesum atknýtum ans, og hetta kann merkja at okkurt annað enn tað mest týðandi og trupla er sett í brennidepilin.

Innan fiskiveiðuna er stórur framleidnisvøkstur møguligur. Slíkur vøkstur fær sjálvsagt avleiðingar fyri arbeiðsvirknið innan vinnuna. Men eisini til dømis innan heilsu- og almennaverk er framleidnisvøkstur møguligur gjøgnum fyribyrgjandi tiltøk. Hetta seinasta er sera krevjandi fakliga – og tað hevur í veruleikanum ikki verið viðgjørt av politikarum og embætisverki. Men hetta sýnist tó viðkomandi nú ovurstórar broytingar í aldurssamanseting fólksins standa fyri framman. Uttan slíkan framleidnisvøkstur kemur heilsu- og almannaverk at krevja heilt stóran vøkstur í almennum arbeiðsvirkni og harvið almennari nýtslu.