Neyðugt at taka støðu og velja røttu skipanina

Hagtøl í roknskapargreiningini hjá gannskoðarafyritøkuni Nota vísa, at heimaflotin hevur havt hall øll árini frá 2007-2011. Hetta er so at siga galdandi fyri allar skipabólkar innan heimaflotan øll árini. Hinvegin hevur fjarfiskiflotin, sum eisini hevði hall, nú yvirskot seinastu tvey árini. Hetta er galdandi fyri allar skipabólkarnar, sum mynda fjarfiskiflotan.

Á fiskivinnutinginum seinasta fríggjadag vóru røddir frammi, sum søgdu roknskapartølini vísa, at kvotaskipan er betri enn fiskidagaskipan. Nota heldur tó ikki, at til ber at gera eina slíka niðurstøðu.

- Kanning okkara vísir bert, at heimaflotin, sum fiskar eftir fiskidagaskipan, hevur verri úrslit enn fjarfiskiflotin, sum fiskar eftir kvotaskipan. Men kanningin sigur ikki, hví so er. Ymiskir faktorar kunnu gera seg galdandi, eitt nú fiskiríkidømi á teimum grunnum, har fiskað verður, veiðiorka og ymiskt annað, sigur Nota.

Lagt verður aftrat, at fjarfiskiflotin hevur eitt lægri kostnaðarstøði í mun til inntøkugrundarlagið enn heimaflotin.

- Hetta sæst í talvu sum sigur, hvussu nógv prosent av søluvirðinum liggur eftir til rentur og avskrivingar (ebidta) í 2011. Talvan vísir einans støðuna í 2011, men sama gongd hevur verið tey undanfarnu árini, sigur Nota.

Grannskoðarafyritøkan vísir á, at allar skipanir, tað verði seg kvotaskipanir ella fiskidagaskipanir, eiga at verða endurskoðaðar regluliga, og neyðugar justeringar eiga at verða gjørdar.

- Okkara skipan eigur at verða endurskoðað, og støða eigur at verða tikin til, hvørt fiskidagaskipanin skal vera galdandi framhaldandi við neyðugum tillagingum - ella, um kvotaskipan skal verða sett í verk.

Nota heldur, at báðar skipaninar hava sínar fyrimunir og sínar vansar.

- Neyðugt er at taka støðu og velja røttu skipanina, nú fiskivinnulóggávan skal endurskoðast, sigur grannskoðarafyritøkan sum viðmerking til útsagnir á fiskivinnutinginum.