Neyðugt við fleiri limum

Jógvan Fagraklett, formaður í felagnum Føroyskir Fiskimenn Uttanlands, harmaðist á aðalfundinum um, at telefonstuðulin er avtikin  uttan, at myndugleikarnir hava sett seg í samband við felagið, sum varðar av fiskimonnum uttanlands

Aðalfundur

Herfyri hevði felagið, Føroyskir Fiskimenn Uttanlands, aðalfund.
Formaður felagsins, Jógvan Fagraklett, greiddi frá um samdøgursfrádráttin, har hesin eftir fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen, er hækkaður við virkni frá 1. januar 2005.
Jógvan fanst tó at, at dagatalið, sum er ásett í kunngerðini, er ein forðing, sum virkar darvandi fyri avloysarar.
Á aðalfundinum kom eisini fram, at nú er møguligt at tryggja seg í ALS við at rinda 3.000 krónur um árið, har Føroyar hava dupultskattaavtalu.
Jógvan greiddi eisini frá, at um tú vendir tær til sjúkrakassan í viðkomandi øki, fært tú eitt skjal at vísa fram hjá lækna ella tannlækna í norðurlondum og stóra Bretlandi.
Annars harmaðist formaðurin um, at menn ikki sýna felagnum størri áhuga.
Hann helt, at skal felagið gera nakað munagott, krevst, at felagið hevur ein stóran limaskara, tí limagjaldið er bert slakar 17 krónur um mánaðin ella 200 krónur um árið.
Jógvan Fagraklett harmaðist eisini um, at telefonstuðulin er avtikin  uttan, at myndugleikarnir hava sett seg í samband við felagið, sum varðar av fiskimonnum uttanlands.
Hann helt, at grundgevingarnar hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, fyri avtøkuni samsvara ikki við tað, sum fiskimenn uttanlands kenna til.
Eftir formansfrágreiðingina var nevndarval.
Í gomlu nevndini sótu: Jógvan Fagraklett, formaður, Erhard Muller, næstformaður og Jóhan Hansen.
Í desember tók Erhard seg úr nevndini,
og varamaðurin, Høgni W. Høgnesen, tók sæti.
Nýggja nevndin í felagnum er nú henda:
Fyri Danmark: Jógvan Fagraklett, formaður og varamaður er Jákup Súni Jacobsen.
Fyri Noreg: Høgni Waag Høgnesen og varamaður Absalon E. Hansen.
Fyri Kanada: Jóhan Hansen og varamaður William Hansen.