Neyðugt við tryggum kørmum í ferðavinuni

Ferðavinnan er rímiliga væl nøgd við úrslitið av fundinum í Klaksvík um framtíðar føryska feðavinnu. – Tað er neyðugt, at almenni myndugleikin greitt boðar frá, hvørja leið hann ynskir at ganga í spurninginum um framtíðar ferðavinnu í Føroyum, sigur Jákup Sverri Kass, formaður í Føroya ferðavinnufelag.

Fríggjadagin var fundur í Klaksvík, har framtíðar ferðavinnan var til viðgerðar, og har Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við ferðavinumálum, greiddi vinnuni frá, hvør almenna ætlanin innan serliga marknaðarføring av føroyskari ferðavinnu er.
Og teir umleið 50 luttarararnir hildu seg fáa eitt sindur burtur úr fundinum.
- Jú, vit fingu eitt sindur burtur úr. Vit høvdu valt at leggja fundin í Klaksvík, partvís tí vit ynskja at menna øll øki í landinum, og tí Klaksvík er ein miðdepil, tá tað ræður um ferðavinnu, sigur Jákup Sverri Kass, sum er formaður í Føroya ferðavinnufelag.
Tað møttu einir 50 limir til fundin, og tað metir formaðurin er gott.
- Tað, sum vit fingu burtur úr ítøkiliga frá uttanríkisráðharranum var, at teir framvegis raðfesta ferðavinnuna, og tað er at fegnast um. Men vit ynskja eisini nakað ítøkiligt á borðið, og har kom fram, at uttanríkisráðið saman við Visit Faroe Islands fer at arbeiða tættari saman við vinnuni í sambandi við marknaðarføringsætlanir og fígging til hesar, sigur Jákup Sverri Kass.
Men tað, sum vinnan allarmest saknar, er at fáa frið yvir ferðavinnuøkið, og fáa eina ítøkiliga staðfesting av, hvat tað almenna vil við ferðavinnuni.
- Seinastu tvey, trý árini hava verið rættiliga ørkymlandi hjá vinnuni, hjá flutningsfeløgunum, hotellunum, matstovunum, hjá in-coming fyritøkunum og so framvegis. Alt tí at tað hevur verið so óvist, hvat tað almenna vil við vinnuni, sigur Jákup Sverri Kass.

Afturgongd
Formaðurin í Føroya ferðavinnufelag sigur, at verður lurtað eftir politiska myndugleikanum, landsstýri og løgtingi, so ynskja politikarar at styrkja og fjølga um føroyska ferðavinnu.
- Men tað er ikki akkurát tað, vit hava upplivað seinastu tíðina, og tí eru vit fegin um útmeldingina og taka eisini landsstýrismannin upp á orðið tá hann sigur, at ferðavinnan framvegis er raðfest, sigur Jákup Sverri Kass.
Men tá tað er sagt, so hevur tað skund.
- Vit hava eina ferðavinnu í dag, sum hevur merkt afturgongd. Tað er gamaní partvís tær privatu fyritøkurnar, sum eru skuld í tí, men almenni myndugleikin má eisini taka sína skuld, tí tað hevur verið so nógv óvissa um ferðavinnupolitikkin. Vit vita ikki, hvat vit hava at arbeiða við árið eftir, og tí vilja vit fegtin, at tað almenna setur út í kortið, hvat vit skulu gera og hvar vit skulu fokusera, sigu Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at vinnan sær grannarnar, Ísland, Noregi og eisini Skotland, skunda fram, meðan Føroyar merkja eina afturgongd.
- Og tað er eitt tekin um, at tann almenni myndugleikin ikki vil ella veit, hvat hann vil við ferðavinnuni, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann heldur tó, at tað er eitt positivt tekin, at landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum meldar út, at ferðavinnan skal gerast meiri aktiv í marknaðarføringini av Føroyum.
- Sjálvandi er tað positivt, og er privata vinnan við, kann hon eisini skjóta eitt sindur av peningi inn í ætlanina, sigur Jákup Sverri Kass.

Tað almenna við
Men formaðurin í Føroya ferðavinnufelag heldur tað vera sera umráðandi, at tað almenna er sjónligur partur í vinnuni.
- Tað má vera tað almenna, sum blástemplar tær ætlanir, ið arbeitt verður við, tey komandi trý til fimm árini. Og vit hava brújk fyri, at tað almenna setur út í kortið hvør leiðin verður, sigur Jákup Sverri Kass.
Formaðurin í Føroya ferðavinnufelag leggur dent á, at tað er alneyðugt, at tað almenna er ein aktivur partur av ferðavinnuni.
- Tað er av stórum týdningi, at tað almenna er við, serliga tá tað kemur til miðlarnar. Eitt tíðindaskriv frá einum av flutningsfeløgunum ella frá einum hotelli verður ofta als ikki tikið við, meðan ein upplýsing frá almennu myndugleikunum hevur nógv størri tyngd, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann er tó heldur bjartskygdari nú enn undan fundinum í Klaksvík.
- Eg síggi ljósari upp á framtíðina stuttsiktað. Har komu nøkur lyftir fram á fundinum, og landsstýrismaðurin lovaði at arbeiða skjótt við at útgreina og klárleggja ætlanirnar við ferðavinnuni, og vit taka hann upp á orðið. Vit hava brúk fyri, at nakað hendir rættiliga skjótt, so 2011 ikki fer fyri bakka, sigur Jákup Sverri Kass.
Ferðavinnan er longu byrjað at arbeiða við 2011 og 2012 eisini.
- Tí kunnu vit ikki bíða leingi eftir, hvat almenni myndugleikin hevur at bjóða upp á, sigur Jákup Sverri Kass, formaður í Føroya ferðavinnufelag.