Levi Mørk, býráðslimur
----
Eg fari í næstum at leggja málið um ungdómshús ella tilboð um ungdómsvirksemi á Argjum til nýggja støðutakan hjá samgonguni hjá Tórshavnar kommunu.
Soleiðis at ungdómurin úti á Argjum kann fáa somu sømdir, sum eitt nú ungdómurin í miðbýnum, Nólsoy, á Norðrasta Horni og í Hoyvík.
Eitt nú eru karmarnir sera góðir í nýggja skúlanum úti á Argjahamri. So, her er ein upplagdur møguleiki. Hetta má sjálvsagt vera upp til umsitingina og politiska myndugleikan at meta um.
Men ein roydartíð eftir summarfrítíðina kundi víst, um tað kundi latið seg gjørt at lagt ungdómsvirksemi aftrat Frítíðarskúlanum á Argjum.
Men, eg haldi, at tað er upplagt, at kommunan tekur stig til at hava ungdómsvirksemi á Argjum ájavnt við onnur núverandi tilboð í kommununi.
Eitt nú kundi tilboðið verið um kvøldarnar í nýggja skúlanum á Argjum. Men aðrir møguleikar skulu sjálvsagt ikki útihýsast. Í nýggja skúlanum á Argjahamri er eisini frítíðarskúli, og tað er upplagt, at ungdomsvirksemi verður lagt aftrat frítíðarskúlanum. Tað er nokk ikki sannlíkindi fyri, at kommunan fer at leiga sær hølir til endamálið – serliga um kommunalhølir eru tøk frammanundan.
At leggja ungdómsvirksemi saman við frítíðarskúlavirksemi er ikki ókent, hetta hevur kommunan gjørt í Hoyvík, og úti á Norðrastahorni, har er ungdómscafé í somu hølum sum barnagarðurin er. Eisini í Kollafirði skal ungdómurin brúka loftið í Ítróttarhøllini Kollafirði til ungdómsvirksemi.
Í dag er einki skipað ungdómsvirksemi á Argjum, og tørvurin er stórur, og nú er tíðin komin til at bøta um støðuna. Tí meti eg, at vit mugu taka uppaftur og seta gongd á. Málið verður tí enn einaferð lagt til støðutakan á næsta samgongufundi hjá Tórshavnar kommunu.