Hví hava tit givið loyvi at taka meg? Hví kunnu tit ikki lata meg fáa frið? Hvat siga børnini, ið brúka meg sum spælipláss? Hvat siga dunnurnar og gæsnar? Hvussu við luktinum og heilsuviðurskiftunum, tá áin verður turrløgd? Kunnu tit ikki seta treytir, so eg framhaldandi sleppa at renna gjøgnum hesa vøkru bygdina? Hava tit loyvi at gera hetta móti mær og bygdini?
Er ikki endamál náttúrufriðingarmyndugleikanna júst hetta at taka hond um og verja náttúruna? Eg spyrji bara, tí í hesum førinum sær tað ikki soleiðis út!
Ongin bygd í Føroyum verður soleiðis viðfarin av myndugleikunum, sum elsta bygd í Føroyum.
Takk tit í Friðingarnevndini fyri Eysturoyar sýslu fyri, at tit hava roynt at byrgt upp fyri hesum áganginum og hava noktað at givið loyvi til hesa vandalismuna.
Eg fari tí at heita á Yvirfriðingarnevndina, Føroya Landsstýri og aðrar avvarðandi myndugleikar um at taka málið um hesa umhvørvisatgerðina upp av nýggjum, so at eg og bygdin kunnu sleppa undan hesari oyðilegging.
Stórá