Hjálparbáturin "Madleen", sum hevur roynt at sigla til Gazageiran, hevur í staðin verið fylgdur í havn av ísraelsku sjóverjuni mánakvøldið okkara tíð.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Ein journalistur frá tíðindastovuni AP hevði stutt frammanundan sæð bátin við strondina í Ísrael. "Madleen" liggur nú við bryggju í ísraelska býnum Ashdod, sum er norðanfyri Gazageiran.
Í bátinum eru 12 aktivistar umborð - harímillum svenski veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg og ein franskur limur í Evropatinginum.
Kósin hevur verið sett móti Gazageiranum alla tíðina, men mánakvøldið fóru ísraelskar herdeildir umborð á skipið og noyddu tað móti Ísrael í staðin.
Tað er felagsskapurin Freedom Flotilla Coalition, sum stendur aftanfyri hjálparbátin, sum seinastu vikuna hevur siglt úr Sicilia í Italia til krígsherjaða Gaza.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, hevur áður sagt, at hann hevur givið ísraelska herinum boð um at vísa eitt video av álopinum hjá Hamas á Ísrael, tá aktivistarnir vóru í havn í Ísrael.
Umleið 1.200 fólk doyðu undir álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. 251 vórðu tikin sum gíslar.
/Ritzau/