Leiðarin í norska Umhvørvisflokkinum - Tey Grønu - heldur, at Noreg skal taka stig til eina altjóða friðarvarðveitandi herdeild í Gazageiranum.
- Hetta er neyðugt fyri at ansa eftir, at friðurin, sum vónandi kemur upp á pláss, verður varðveittur, sigur floksleiðarin, Arild Hermstad.
Flokkur hansara leggur uppskot fyri Stórtingið í dag, og formaður floksins er opin fyri, at Noreg luttekur í einari slíkari friðarvarðveitandi deild.
- Vit skulu ikki útiloka, at Noreg verður við, men tað eru nakrar avbjóðingar, sum skulu fáast upp á pláss, um so verður, sigur Arild Hermstad.
Hann heldur, at ein friðarvarðveitandi herdeild er týdningarmikil fyri at tryggja, at talan ikki verður um fleiri álop í Gazageiranum.
Í morgun byrjaði fangaumbýti millum Ísrael og Hamas.
##med2##
Allir ísraelsku gíslarnir, sum vóru á lívi, eru útflýggjaðir, og fyrstu bussarnir eru eisini á veg úr Ísrael við teimum fyrstu palestinsku fangunum.
Við www.tv2.no verður floksformaðurin fyri norska Umhvørvisflokkin endurgivin fyri at siga soleiðis:
- Eg vóni, at vit at enda kunnu leggja aftur um okkum ringastu kapitlarnar í søgu okkara - við tí fólkamorði, sum er farið fram við øllum heiminum sum áskoðarum, sigur Arild Hermstad.