Neyðugt við virknari andstøðu

-

Mánadagin 4. mei boðaði løgmaður løgtingsformanninum frá, at hann legði frá sær. Hann hevði tá í vikuskiftinum roynt at fingið eina borgarliga samgongu, tó uttan úrslit. Hanns segði annars í viðtalu við Dimmalætting, at hann eisini vildi royna møguleikan fyri samstarvi við Javnaðarflokkin, men ta royndina gjørdi løgmaður ikki.

Týsdagin 5. mei var ein søguligur dagur fyri stýrisskipan okkara, tá løgtingsformaðurin kallaði floksformenninar til samráð. Her skuldu so floksformenninir siga, hvønn teir ynsktu sum samráðingarleiðara. Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin vildu hava Anfinn Kallsberg, meðan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vildu hava Høgna Hoydal. Tað gav 17 tingmenn fyri Anfinni Kallsberg og 15 fyri Høgna Hoydal.

Tjóðveldisflokkurin bað um okkara stuðul til at fáa samráðingarleiðaran, og gjørdi Javnaðarflokkurin tað, tí vit ynsktu eina breiða samgongu millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Men eisini tí, at vit hildu, at tað var rætt og rímiligt, at størsti flokkur fekk møguleikan at leiða hesar samráðingar. Men hesar samráðingar vórðu ikki royndar. Okkum vitandi hevur Tjóðveldisflokkurin ikki gjørt nakra serliga roynd fyri at fáa eina breiða politiska samgongu, tí líkt er til, at teir beinanvegin glaðbeintir fóru í realitetssamráðingar um eina borgarliga sjálvstýrissamgongu við tí borgarliga Anfinni Kallsberg sum løgmanni, og úrslitið fingu vit í gjár.

At broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum okkara fóru at koma hevur verið greitt fyri hvørjum mansbarni í Føroyum nú í longri tíð, hóast Sambandsflokkurin ikki hevur sæð skriftina á vegginum. Teir hava við síni fastlæstu støðu forða fyri, at hesar broytingar kundu koma so líðandi og undir skipaðum viðurskiftum. Øll minnast vit, at Sambandsflokkurin hótti við nývali, um nakar samgonguflokkur dittaði sær til at atkvøða fyri uppskoti okkara til setan av eini stjórnmálanevnd. Hevði Sambandsflokkurin tá verið meira realistiskur og skilt betur politisku støðuna, so hevði fyri tað fyrsta Tjóðveldisflokkurin neyvan fingið tann vind í seglini, sum teir fingu, og neyvan høvdu vit í dag havt hesa samgongu, sum vit fingu. So tað nyttar lítið Sambandsflokkinum og Edmundi Joensen í dag at gráta um rikisfelagsskapin, tí teir eiga eina stóra ábyrgd í, at vit endaðu í hesi støðuni í dag.

Samgonguskjalið, sum varð almannakunngjørt í gjár, kann býtatst í tveir partar. Annar snýr seg um tær broytingar, ið henda skulu í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og hin parturin snýr seg um reindyrkaðan borgarligan politikk. So hevur Tjóðveldisflokkurin vunnið í øðrum partinum, so hava teir so dyggiliga tapt í hinum partinum.

Viðvíkjandi tí rikisrættarliga partinum, so hevur Tjóðveldisflokkurin nú ógyldað fólkaatkvøðuna frá 14. sept. 1946, tí nú skal ikki bert ein, men heilar tvær nýggjar haldast. Fólkaatkvøðan í 1946 hevur annars verið teirra politiska fundament í meira enn 50 ár. Tað er líkt til, at tað, sum telur mest í hesum er, at menn í forfeingiligheit vilja sleppa upp onkrastaðni og útrópa Føroyar sum suverenan stat, tó uttan at taka fíggjarligar ella aðrar fylgjur upp á tungu.

Fyri okkum í Javnaðarflokkinum er tað umráðandi, at hesar broytingar fara so skipaðar fram, at vlt alla tíðina eru fult greiðir yvir, hvat hvør flyting merkir í minsta lut. Vit vilja, at føroyingurin skal kenna tær Føroyar, hann vaknar upp til í morgin. Alt annað er óðamannaverk.

Tí hevur okkara boð verið, at vit økja okkara sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Tað, sum hevur týdning, er, at vit hava avgerðarrættin. Rakstrarrópini hvørki byggja land ella geva meira sjálvstýri.

Men vit vilja luttaka í hesum arbeiði í tann mun, sum samgongan vil hava okkum við, fyri at tryggja, at tær broytingar, sum henda, ikki fáa óhepnar avleiðingar fyri vælferðina hjá føroyinginum. Og tann fíggjarliga partin av uppgerðini við Danmark kenna hvørki samgonga ella andstøða í løtuni

Men eisini fráboðaði borgarligi politikkkurin hjá samgonguni fer at krevja ein virknan og vaknan Javnaðarflokk á tingi. Vit lesa í samgonguskjalinum um eitt nú:

? meira umsetiligheit við fiskidøgunum

?eina fólkatrygging í staðin fyri samhaldsføstu loysnina hjá Javnaðarflokkinum

?frískúlar

?privatiseringar av Strandferðsluni

?møguligan arbeiðsrætt

?ansingarstuðulin skal fylgja barninum


Eg vil siga, at hetta skjal fráboðar meira borgarligan politikk enn samgonguskjalið Fólkaflokkurin hevði saman við Sambandsflokkinum.

Harumframt skal skatta- og avgjaldsstrýstið lækka, Mvg-skipanin umleggjast, samstundis sum umsitingin av einum frælsum Føroyum fer at krevja munandi útbyggingar av umsitingini fyri munandi størri kostnað. Vit mugu haraftrat rokna við, at danir ikki framyvir fara at átaka sær at umsita eitt nú dóms- og ákæruvald, sjóverju, útbúgvingar í Danmark ókeypis.

Men hvussu alt hetta skal fíggjast, ella hvussu okkara fíggjarlóg fer at síggja út, tað mugu vit so bíða við, men spennandi verður at síggja. Tað kann væl saktans ikki hugsast, at fíggjarligu bindingarnar til Danmark fara at økjast? Skulu danskir skattgjaldarar fíggja loysingina hjá Tjóðveldisflokkinum? Ella skulu vit vænta okkum stórar niðurskurðir á almanna- heilsu- og útbúgvingarøkinum?

Her verður neyðugt við virknari andstøðu, og ta uppgávu fara vit undir í fullum álvara.


10. mei 1998


Jóannes Eidesgaard, floksformaður