Neyvan nøkur broyting

Í morgin hittast OPEC-londini at umrøða støðuna á oljumarknaðinum. Saudiarabia er fyri at økja framleiðsluna fyri at tálma príshækkingini, men í veruleikanum hevur tað ongan týdning.

Oljuprísur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Oljuprísurin kom aftur í hæddina beint undan fundinum hjá OPEC-londunum í morgin. Í USA var prísurin uppi á 54 dollarum fyri tunnuna fyrradagin, og norðsjóvarolja, sum skal latast keyparunum í apríl, fór fyri 52,8 dollarar.
Undan OPEC-fundinum hava eygleiðarar sagt, at oljuútflyraralondini fara neyvan at økja framleiðsluna hjá teimum einstøku limalondunum, og tí kom tað rættiliga óvart á tey flestu, tá saudiarabiski oljumálaráðharrin, Ali al-Naimi, mánadagin segði, at hann fer at mæla til at økja framleiðsluna 500.000 tunnur um dagin.
Sambært Reuter eru fleiri OPEC-lond ørkymlað av, at tann høgi oljuprísurin samsvarar ikki við ta veruligu støðuna á marknaðinum. Tað er nóg mikið av olju á marknaðinum í løtuni, men størri eftirspurningur seinni í ár fer at krevja, at uppaftur meiri olja kemur á marknaðin.
At Saudiarabia hevur mælt til at økja framleiðsluna 500.000 tunnur um dagin merkir ikki, at meiri olja kemur á altjóða marknaðin, sigur Arnstein Wigestrand hjá Enskilda Securites við Aftenposten. Hann vísir á, at OPEC-londini framleiða sum er meiri enn tær kvotur, sum tey hava fingið, og tí er hækkingin meiri ein staðfesting av veruleikanum og fær tí neyvan nakra ávirkan á prísin, sigur hann.