Niðurflytingin nærkast á Skála

Skála hevði stóran tørv á øllum trimum stigunum í Fuglafirði leygardagin, og hóast teir vóru á odda og høvdu gott tamarhald á, so máttu teir taka til takkar við javnleiki 1-1

FÓTBÓLTUR

 

Fótbóltslagið á Skála hevur ikki verið eins stuttligt í ár, sum tað ofta hevur verið. Skála hevur í ár ligið og stríðst í botninum, og nú er avgerðin um at fella.

Fyri at halda lív í vónini hevði Skála tørv á øllum trimum stigunum, tá ið teir leygardagin vitjaðu ÍF í Fuglafirði. Úrslitini hava ikki verið góð hjá ÍF á heimavølli í ár, og tí var hetta møguleikin hjá niðurflytingarhótta Skála.

 

Sá gott út

Hetta var við at vera síðsta útkall hjá Skála, og tí var tað kanska ikki heilt óvæntað, at vit sóu Skála-liðið langt frammi á vøllinum. Hinvegin var tað undrunarvert, at ÍF-liðið lá so langt afturi og bíðaði eftir Skála. Men Skála takkaði fyri plássið, og gagnnýttu tað við at hava størra partin av spælinum.

Tá ið fyrri hálvleikur júst var hálvrunnin, eydnaðist tað Skála at bróta ígjøgnum ÍF-verjuna. Pætur Dam Jacobsen stríddist væl á høgra vongi, og haðani fekk hann sent eitt innlegg innfyri. ÍF-verjan ruddaði burt, men beint í beinini á Paula G. Hansen, sum legði bóltin til rættis og langaði hann í mál til 1-0 til Skála. Eitt vakurt mál, og so var lív í vónini hjá Skála.

Hetta var eisini einasta mál í fyrra hálvleiki, og Skála kundi uppiborið fara til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu.

 

Bjargingarmaðurin Bartal

Í seinna hálvleiki var javnari býtt í spælbýtinum, men Skála megnaði meistarliga at halda ÍF frá teimum stóru málmøguleikunum. Defensiva uppleggið hjá ÍF sá ikki út til at hepnast væl hendan dagin, og alt ov nógvar sendingar og vanligar avleveringar annars fram eftir vøllinum fóru skeivar. Men tá ið Skála so væl megnaði at halda ÍF afturi á vøllinum, so var tað eitt vónbrot, at Skála ikki spældi seg til nakrar nevniverdar málmøguleikar.

Bartal Eliasen hevur áður roynst væl í álopinum, og tí varð seinasta skotið í byrsuni latið av, tá ið hann bleiv fluttur fram í álopið. Men hóast tað sá svart út, so gav tað úrslit. Skála-verjan, sum hevði staðið væl allan dystin, megnaði ikki at binda fyri væl sniðgivna álopinum hjá Andy Olsen og Bartal Eliasen. Andy sendi eina stikning aftur um verjuna hjá Skála, og frammanfyri málinum var Bartal kaldur, og bjargaði ÍF eina stignum – ella hinvegin: frátók Skála tvey dýrabar stig.

 

Sær svart út

Hjá Skála sær uppgávan nú nærmast ómøgulig út. Níggju stig eru eftir at spæla um, og í besta føri røkkur Skála yvirliving við sjey stigum. Tað ger tað ikki frægari, at so torfør mótstøðulið sum Víkingur, EB/Streymur og NSÍ bíða Skála.

ÍF skal framvegis vanda sær, men alt er líkt til at væl eydnaða kappingarárið hjá ÍF tryggjar teimum enn eitt ár í Formuladeildini. Møguleikin fyri øllum øðrum er svinnandi lítil.