Niðurfryst og at rísa upp frá deyðum

Alcor, ið er ein amerikonsk fyritøka, sum heldur til í Scottsdale, hevur leingi virka við at frysta fólk niður, beint eftir náttúrligan deyða t.d. hjartastopp. Hetta fyri síðan at vakja tey upp aftur til lívs um nøkur ár, tá verðin er broytt og er meira framkomin, og læknavísindi eru før fyri at lekja fleiri sjúkur. 

   

 

  

Tað sum ger hetta so áhugavert er, at tað eru fleiri fólk, ið longu hava valt at blíva fryst í tí vón um at tey sleppa at liva víðari nøkur ár frá nú av. Og serliga tað, at tað ikki er funnin nøkur loysn til hvussu fólk skula vekjast aftur til lívs, eftir at tey hava verið niðurfryst í longri tíðarskeið, er áhugavert. 

 

 

 

Prísirnir fyri at verða niðurfrystur eru skiftandi, alt eftir um ein vil niðurfrysta allan kroppin ella um man bara vil niðurfrysta heilan. Hetta verður gjørt í vón um at man einaferð í framtíðini kann vakjast upp aftur og forseta lívið í einari nýggjari tíð við meira mentum læknavísindum. Tað er eingin upprisin frá einari niðurfrysting enn.

 

 

 

Fyri at kroppurin ikki skal takað skaða av kuldanum, verjir man kroppin við einum sum á enskum kallaðst cryolite (kryolitt), fyri síðan at niðurfrysta og goyma kroppin til framkomnari tíðir.