Niðurlond fingið stjórn

Í Niðurlondum hava tann liberali flokkurin hjá Mark Rutte, forsætisráðharra og sosialdemokratiski flokkurin gjørt av skipa samgongustjórn. Flokkarnir vunnu stórsigur á tjóðartingsvalinum í síðsta mánað, og teir hava 80 av teimum 150 tinglimunum.

Teir báðir flokkarnir eru á einum máli um ES- og evrupolitikkin. Hinvegin hava teir ikki verið samdir um, hvør fíggjarpolitikkur er tann rætti, men sambært niðurlendskum fjølmiðlum eru teir nú vorðnir samdir um at skerja góðar 15 milliardir evrur av fíggjarlógini hetta til 2017.