Danska reality-stjørnan Nick Bisgaard Jacobsen vitjar í Havn í dag. Hann skrivar autografar í SMS og leggur leiðina fram við á dansistaðnum Deep í kvøld. Danskar reality-stjørnur vitja javnan í Føroyum. Serliga eru tey populer á dansistøðunum fyri ungfólk, og hetta vikuskiftið eru fleiri av hesum fólkunum í Føroyum.
Nick Bisgaard Jacobsen, sum hevur vunnið ein av reality-sendingunum, vitjar í dag í Havn. Klokkan 17 fer hann at skriva autografar í SMS í Havn, og í kvøld verður hann á Deep í Havn.