Nicolina hevur sjálv bundið troyggjuna

Seks ára gamla Nicolina Æ. Danielsen í Rituvík hevur sjálv bundið troyggjuna, sum hon var í, tá hon í dag fór í skúla á fyrsta sinni í 1. a í Glyvra skúla.

 

Tað er omman, Erika Danielsen, sum hevur lært hana at binda. Nicolina hevur bundið bulin við hond og beristykki og ermarnar í maskinu.

 

Hon byrjaði upp á troyggjuna á Bátafestivalinum fyri trimum mánaðum síðani.

 

Foreldrini hjá Nicolinu eru Niclas og Dorith, og tey búgva í Rituvík.

 

Í 1. a á Glyvrum fóru 16 børn í skúla í dag, flokslærari er Jannet Højgaard.

 

Síggið fleiri myndir av Nicolinu VIÐ AT TRÝSTA HER