Nicolina og Hallur bjóða til søguliga tónleikaveitslu

Føroyskir klassikarar og countrydansur eru á skránni, tá okkara egna legenda Nicolina av Kamarinum og country kongurin Hallur Joensen vitja í Klaksvík, Giljanesi og Havn nú í oktober og november við stórum bólki aftrat sær

Tað er ikki sørt, at tónleikasøga verður skrivað, tá tvey av fremstu umboðunum innan føroyskan country tónleik á fyrsta sinni nakrantíð trína á pall saman og bjóða til stórdans kring landið. Við sær hava tey ein bólk, mannaður við fleiri av okkara fremstu tónleikarum.
Tónleikaveitslan byrjar í Klaksvík 30. oktober – í Ítróttarhøllini. Tann 6. november gongur leiðin til Ítróttarhøllina á Giljanesi. Og ferðin kring landið, endar við einum braki í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn tann 20. november.
Hallur Joensen og Nicolina av Kamarinum eru tvær stjørnur í føroyskum tónleikahøpi. Bæði hava ríkað útvarpsbylgjurnar og dansigólvini við klassikarum, so sum »Mær leingist«, »Kyss ein eingil«, »Teir sigla um havið so víða«, »Smíl« og eini rúgvu av fólkakærum sangum. Tvey ættarlið, sum hvør í sínum lagi eiga teirra serliga pláss í okkara hjørtum.
Hallur er fleiri ferðir kosin tann nýggi countrykongurin í Føroyum. Og fáur ivast í, at Nicolina av Kamarinum hevur skrivað nakrar av størstu countryperlunum, sum vit eiga her á klettum.
Við síni heitu rødd og fjálga úttrykki verður hetta eitt serstakt høvi at hoyra klassikarar hjá Nicolina spældar við nøkrum av fremstu tónleikarum, meðan Hallur – við sínum náttúrligu gávum at syngja seg beint í hjørtunum á fólki – seinastu árini hevur fylgt mangan dansisalin.
Sjálvi siga Nicolina og Hallur, at um »tær leingist« at »kyssa ein eingil«, so verður hetta fyrsta og besta høvi nakrantíð.
Atgongumerki fáast í forsølu hjá Effo.
Tiltøkini verða:
30. oktober – Ítróttarhøllin í Klaksvík
06. november – Ítróttarhøllin á Giljanesi
20. november – Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn
eirikur@sosialurin.fo