Í dag veit Sermitsiaq at siga, at saknaða flogfarið í Grønlandi er funnið, men at hetta er á einum staði, sum ikki er atkomiligt. Áður hevur verið sagt, at flogfarið kom úr Kanada, og at bara ein persónur var í flogfarinum.
Tað er Naviair, ið umsitir flúgving í Grønlandi, sum ber hesi tíðindi fyrrapartin í dag, og hetta má so merkja, at flogskiparin, sum var einsamallur í smáflogfarinum, ikki er sloppin frá vanlukkuni við lívinum.
Leitingin eftir flogfarinum hevur eitt nú verið kring Sermitsiaq-oynna, nærindis Nuuk, og nú veðrið í morgun hevur verið klárt í mun til tokuna hinar dagarnar, meðan leitað hevur verið, er flogfarið funnið.
- Tíverri hevur eingin yvirlivað vanlukkuna. Tey avvarðandi hava fingið boðini, og nú er málið latið Grønlands Politi, sigur Naviair, sum takkar Arktisk Kommando, Grønlands Politi, Air Greenland og sjálvbodnum fyri hjálpina undir leitingini.
##med2##
Sermitsiaq hevur skift orð við løgreglukommiserin, Brian Thomsen, sum sigur, at smáflogfarið er funnið á Sermitsiaq-oynni og á Sermitsiaq-fallinum, sum er fjallið her omanfyri á myndini.
- Staðið er ikki atkomiligt í løtuni, og tí er trupult at siga, hvat myndugleikarnir kunnu gera, sigur kommiserurin við heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag
Grønlands Politi leggur aftrat, at tað verður Skaðanevndin, sum fer at gera neyvari kanningar í málinum.











