- Føroyar er eitt sera vakurt land, og eg eri glaður fyri góðu møguleikarnar hjá mær at taka upp her. Samstundis sum eg framleiði film, sleppi eg at síggja mína føroysku familju og ommu mína, sum enn býr í Nólsoy, tað er ein stórur fyrimunur hjá mær, haldi eg sjálvur.
Fyrsti filmurin hjá Niels Christian Askholm handlaði um ein eldri sjómann úr Føroyum, hesin eldri sjómaðurin hevði fingið staðfest demens, og heldur Niels Christian Askholm, at hetta var, tá hann veruliga fekk blóð uppá tonnina at framleiða filmar í Føroyum.
– Mín fyrsti filmur var í roynd og veru um abba mín, sum tíanverri andaðist í mars mánaða í ár, so eg eri ómetaliga glaður at hava hendan filmin av abba, sigur Niels Christian Askholm.
Annar filmurin, sum Niels Christian Askholm tók upp í Føroyum, var um grindadráp, hesin filmurin luttók í einari film-kapping í Póllandi og endaði við at vinna høvuðsprísin. Filmurin kallast »Grindaboð«, og eru tað seks føroyingar sum greiða frá um fyrimunir og vansar við grindadrápinum, um teirra sjónarhorn og meining um grindadrápi.
- Tað var heilt óvæntað, at eg vann høvuðsprísin, ella grand prix, sum tað eisini eitur. Um eg sjálvur skal siga tað, so haldi eg at orsøkin til, at eg vann, var av spurningunum sum filmurin viðgjørdi, og ikki tí at filmurin var so væl gjørdur, sigur Niels Christian Askholm.
Filmurin viðgjørdi kjakið, sum er viðvíkjandi grindadrápinum í Føroyum, og evnir so sum djóravælferð, dálking, samleika, etik og nógvir aðrir grundleggjandi spurningar.
- Tey, sum hava sæð Grindaboð higartil, er familjan hjá mær, og so tey sum eru við í filminum. Men hann verður ikki útgivin, eg velji at virða tey, sum vóru við í filminum, og tey vilja ikki øll hava at hann skal vera almennur. Eisini tí, at filmurin fer at vera við á fleiri filmsfestivalum, velji eg sjálvur at ikki geva hann út alment, tað ger einki gott fyri filmin, um øll longu hava sæð hann frammanundan, sigur Niels Christian Askholm.