Seinasta sunnudag, 22. juli, fylti ein kendur hvalbingur, Niels Holm Jacobsen, 85 ár.
Foreldrini hjá Niels vóru Jákup úr Skálavík kallaður, ættaður úr Leynum, og Elisabeth, dóttir Jóan Paula við Neyst í Hvalba.
Niels var smádrongur, tá ið mamman doyði frá fimm børnum, og tað minsta barnið var ikki ársgamalt. Systkini vóru annars Jóhannes, Ragnhild, Kristiannna og Thala. Heimið varð hildið saman av Oluffu Wolles av Trøllanesi, sum var arbeiðsgenta hjá teimum í 11 ár. Oluffa giftist seinni við Jóhannes í Miklagarði á Eiði.
Hesar umstøður í heiminum skaptu eisini eitt serligt samanhald millum systkini. Minnist, at Esmar Fuglø, giftur við Ragnhild, ofta plagdi at taka til ”Niels svágur”, sum segði so og so. Tá nakað var, so ringdi Esmar til Niels.
Sum aðrir dreingir fór Niels ungur til skips, og sigast kann, at sjógvurin gjørdist hansara lív.
Fyrsta skipið hjá Niels var City of Norwich, har Gunnar Danielsen, ættaður úr Søldarfirði búsettur í Vági, var skipari. Undir krígnum sigldi hann við trolaranum Norðbúgvanum við Hans Paula Johannesen sum skipara. Her var hann saman við Jakku á Sundi, hvørs søga, eisini frá Norðbúgvanum, hevur verið í Sosalinum herfyri. Jakku letur væl at Niels sum ein raskan skilamann.
Men Niels mátti gevast at sigla, tí hann fekk tuberklar, og var hann rættiliga ringur. Hann fekk viðgerð bæði í Føroyum og Danmark og gjørdist arbeiðsførur aftur. Hann tók skiparaprógv í 1948.
Niels kom at royna nógvar tættir av sjólívinum. Hann var í fleiri ár skipari á hvalabáti hjá teimum hjá Dias á Heyggi, sum høvdu hvalastøðina í Lopra, og gekk tað væl. Teir royndu eisini at skjóta brugdur, sum vórðu veiddar fyri teirra nógva livur. Niels kom eisini at royna veiðu eftir ídnaðarfiski, tá ið henda veiðan stakk seg upp, og hann var við Gudmundi hjá Niels Juel Mortensen á Tvøroyri.
Hann var eitt skifti skipari á Stapanum, sum førdi kol kring landið fyri kolavirkið hjá hvalbingum. Tað var eisini Niels, sum var við til at keypa útróðrarbátin Glyvrarberg til Hvalbiar. Niels førdi hann, tað gekk óføra gott hjá honum at fiska.
Ein annar táttur hjá Niels var politikkur. Hann var valdur í kommunustýrið fyri Hvalbiar sókn í 1951 og sat til 1958. Hann varð valdur inn á Føroya løgting fyri fólkaflokkin árini 1958-1966, og gjørdist hann ein partur av sjálvstýrssamgonguni 1962-1966. Um hesa tíðina varð eisini byrjað at senda úr tinginum í útvarpinum. Tey, sum minnast hesa tíð, minnast eisini Niels sum ein framúr røðari við greiðum og klárum sjónarmiðum, sum tað var lætt at vera samdur við, í hvussu er hjá teimum sjálvstýrissinnaðu. Tey vóru fleiri, sum undraðust og harmaðust um, at Niels ikki skuldi verða afturvaldur til løgtingsvalið í 1966. Síðan tá hevur fólkaflokkurin í Suðuroy ikki verið umboðaður á tingi. Árini 1963-1966 var Niels formaður í nevndini fyri Lønjavningargrunnin, valdur av landsstýrinum, og kom hann tá beinleiðis at hava við viðurskifti fiskimanna at gera.
Niels var giftur við Silvurbjørg av Tvøroyri. Tað eru mong ár síðan, at hon doyði.
Hóast í seinna lagi fara vit at ynskja Niels hjartaliga tillukku við teimum 85 árunum.
ó.