Fyrst fara vit til abba Niels, sum hevur eina sera áhugaverda søgu. Niels Lassen Holm var føddur í Lindholm við Ålborg 15.10.1769. Hann doyði á Stykkinum 7.07.1839, har hann og seinna kona hansara, Jóhanna Joensen (1787-1831), búsettu seg í 1816/17.
Niels Lassen Holm var sóknarprestur í Norðurstreymoy frá 1.05.1807 til deyðadag sín.
Holm prestur var tvær ferðir giftur. Fyrra giftan var við teirri donsku Maren Høyer (1765-1815), ið hann gjørdi við barn, áðrenn tey vóru gift. Tað sigst, at tey vórðu vígd, meðan hon lá á song við tí fyrsta barninum. Fyri hetta átti Niels Lassen Holm at missa kragan, men hann bað um náði hjá kongi. Náði fekk hann og varð settur í starv sum sóknarprestur í Kvívík frá 1. mai 1807. At hann fór til Føroyar hevur kanska ikki verið heilt sjálvboðið!
Í Kvívík fingu Marin og Niels tvey børn afturat. Men so gjørdi prestur eina av arbeiðsgentunum á Kirkjuteigi uppá vegin. Tá hongdi Marin seg í roykstovuni á Kirkjuteigi. Summi siga í hjallinum. Tað sigst, at Marin á bitan, sum hon hongdi seg í, hevði skrivað hesi orðini: "Når jeg lukker mine øjne, åbnes verdens øjne".
Hetta var beint fyri jól, hin 19.12.1815. Stutt aftaná fingu arbeiðsgentan Jóhanna og Holm prestur sonin Christen Severin Holm (1816-1872). Tann 26.04.1818 gifti prestur seg við Jóhonnu, sum aftur var við barn. Hann ættleiddi samstundis son hennara, Kristin, íð øll vistu, at prestur var faðir at. Hann hevði eisini uppkallað hann eftir pápa sínum, Christen Sørensen. Prestur fekk nú aftur brúk fyri náði frá kongi og tað fekk hann!
Jóhanna var ættað av Eystaru Hellu í Kvívík. Við Jóhonnu fekk Holm prestur sjey børn. Hann fekk sostatt tilsamans 10 børn. Aftaná at fyrra konan hevði hongt seg í prestagarðinum, unnaðist prestur so illani á Kirkjuteigi, at hann flutti og bygdi sær hús úti í óbygdum millum Kvívík og Leynar. Húsini kallaði hann Solitude, sum merkir einsemi. Húsini vóru stór eftir tátíðar mátistokki, og standa tey uppi enn. Tey bæði vóru tískil fyrstu niðursetufólk á Stykkinum.
Kristin var buldrasligur
Kristin Severin Holm lærdi til snikkara í Danmark, har hann hevði tilhald hjá tí elsta bróðrinum, Poul Chr. Holm (1804-1882). Hann tók sær av yngra bróðrinum Kristini - og "hjálpti honum í mangari kreppu", sum Sverri Egholm, sáli, tekur til í Birting. Kristin kom heimaftur til Føroya, og bygdi hann tey kendu og vøkru húsini við Rættará, sum gjøgnum tíðirnar hava verið rópt: Elisabeths Minde, Christines Minde og Bauers Hús.
Kristin var tríggjar ferðir giftur. Tvær tær fyrstu konurnar itu Elisabeth og Christine, og kallaði hann hús síni upp eftir teimum. Seinni seldi hann húsini til katólska prestin, Bauer, sum bygdi kirkju uppí húsini. Kirkjan er langt síðani niðuraftur tikin, meðan upprunahúsini hjá Kristini Holm standa enn í Sigmundargøtu við einum stórhvalakjafti sum grind til urtagarðin. Hesin stavar tó frá tíðini, tá ið Grønlands Johan seinni búði í húsinum.
Kristin livdi eitt sera buldrasligt lív. Hann var váttligur og dugdi illa at húsast við pengum. Tískil endaði familja hansara í størstu armóð. Hetta førdi millum annað við sær, at fleiri av børnunum vuksu upp uttanfyri heimið. Sonurin Niels vaks upp sum fostursonur í heiminum hjá systkinabarni sínum, Lassin bónda á Selatrað.
Hinvegin gekk væl hjá fleiri av systkjunum hjá Kristin, ið endaðu á toppinum í táverandi samfelagnum. Poul Christian Holm gjørdist sakførari og justitsráð. Peter Alberg Holm gjørdist prestur. Teir búðu í Danmark. Maria Emilie giftist til Lamba við Hans Peter Weihe, bóndi í Lamba. Frá henni kemur millum annað Weihe-ættin í Lamba, Søldarfirði og Selatrað. Ein eftirkomari er Max Weihe, sum hevur givið eitt munandi íkast til hesa grein.
Metta Manuella giftist við Johan Hendrik Jacobsen, bónda í Leynum.
Frá henni kemur ættin Holm Jacobsen, har ein tann kendasti er Christian Holm Jacobsen, ein av fremstu vinnuligu slóðbrótarum í síni tíð.
Seinasta kona Kristin var Maren Sybille Joensdatter f. 1830, sum var mamma Niels og Peter Alberg Emilius, sum fór til Nólsoyar og upprunin til Holm-navnið har.
Millum eftirkomararnar hjá Kristin eru teir kendu brøðurnir Kristin í Geil, blaðstjóri og listamálari, uppkallaður eftir abbanum, og Petur Alberg, sum millum annað gjørdi lagið til okkara tjóðsang. Skulu vit leypa til nútíðina er talvúrmælingurin Helgi Dam Ziska ein oldurabbasonur Kristin Severin Holm.
Noktaði at gera “egið” dópskar
Niels, hvørs grøv vit umrøða í hesi grein, var føddur 2.09.1855. Hann var hjá pápanum í 1860. Tá eru foreldrini fráskild.
Niels er á Selatrað í 1870. Tá er hann skrásettur sum “plejsøn” hjá systkinabarninum Lassen, bónda, Weihe í Niðristovu og konu hansara Elspu Kristinu. Niels er helst farin hagar nokk so skjótt. Tey plagdu at hýsa Gamla Sloan, tá ið hann var har á leiðini. Hetta merkir, at tey hava verið frísinnað fólk.
Í 1880 er Niels aftur í Havn. Tá býr hann hjá systrini Onnu Elisabeth, kallað Betti, gift við Djóna í Geil.
Niels giftist í Havnar kirkju í 1883 við Ellen Cathrine Nicolajsen. Tey fingu einki barn. Hon doyr í 1909, 56 ára gomul, og hon er jarðað 5. mai.
Men Niels giftist nakað skjótt upp aftur við Christine Juline Hansen, f. 26.12.1880, og var hon tískil 25 ár yngri enn hann. Hon var dóttur Peter Jacob Hansen, tann sokallaði Glyvrasnikkarin. Kona hansara var Anna Christina Hansen av Selatrað.
Glyvrasnikkarin var ein úrmælingur. Hann búði í Danmark eina tíð. Tá ið hann kom heim aftur mundu teir ikki borið boð í bý. Skiparin skuldi hava sagt, at var Glyvrasnikkarin ikki við, hevði staðið illa til. Tað brotnaði av skipinum og Glyvrasnikkarin hekk uttanborðs í eini línu og gjørdi skaðan aftur. Eingin skuldi hava kunnað gjørt honum tað eftir.
Eitt minni um hann er Heinesens Hús við Tinghúsvegin, sum hann bygdi.
Glyvrasnikkaranum doyði sjálvur í 1890, 41 ára gamal. Konan doyði í 1896. Av fleiri børnum doyðu tey flestu sum smá. Ein sonur Peter Jacob endaði í New Zealandi, og fekk eftirkomarar har, og blivu teir einastu eftirkomarar hjá Glyvrasnikkaranum.
Gjørdist pápi 59 ára gamal
Niels og Christina fáa 30. mai 1915 eina dóttir, sum verður kallað Anna Cathrina. Seinna navnið er givið eftir fyrru konuni. Tá er Niels 59 ár gamal, og hetta mann hava verið toppur av eydnu hjá honum. Men ikki vardi lukkan leingi. Í 1917 doyði Christina á barsilssong saman við einum deyðføddum barni. Tey verða jarðað í somu grøv 11. februar.
Longu tann 22. mai 1922 doyr dóttir Niels, Anna Cathrine, knapt 7 ára gomul. Nú situr Niels einsamallur eftir. Sum eldri fólk minnast hevði hann eina kvinnu at halda hús hjá sær. Niels doyði í 1933, 77 ára gamal, og verður jarðaður 5. januar.
Noktaði at smíða dópskar
Niels Holm kom at spæla ein týðandi leiklut í Brøðrasamkomuni. Ein systir Djóna, svágin hjá honum, var Elspa, sum giftist við gamla Sloan. Ein beiggi hennara var Dia, sum varð tann fyrsti, sum varð “doyptur baptist” í 1880. Dia hevði tað brek, at hann var kúlutur, og so var hann eisini sera snarsintur.
Niels arbeiddi viðhvørt saman við Dia á verkstaðnum, har hann bant bøkur inn. Hann greiddi frá, at tað víst sást, at Dia var illa sintur, men hetta fekk ikki vald á honum sum fyrr. Gekk rættuliga hart á, kundi Dia stundum fara á knøini, har hann var staddur, og søkja hjálp frá Gudi. Hetta hevði stórt árin á Niels Holm.
Niels, ið var timburmaður, hevur helst kent Gamla Sloan frá tíð síni á Selatrað. Hann varð einaferð av Sloan biðin um at “lave en stor trækasse” til hansara. Niels hevði smíðað eitt og annað fyri Sloan fyrr, men nú hann grunaði, hvat kassin skuldi nýtast til, spurdi hann: “Tað er væl ikki til at doypa í?” Jú. tað var ætlanin. “Nei,” segði Niels, “bið meg um alt annað, men hetta kann eg ikki gera fyri tygum.” Niels var jú abbasonur og bróðursonur tveir prestar!
Lítið grunaði Niels Holm tá, at hann fá ár eftir hetta sjálvur skuldi fara í karið! Hann gjørdist eisini sunnudagsskúlalærari í nýggja Ebenezeser, sum varð bygt í 1905. Hann var virkin í Ebenezer til tað seinasta.
Bjargaði Siloa
Niels man hava dugað við pengum, tí hann dugnaði samkomuarbeiðinum hjá Brøðrasamkomuni sera væl.
Í 1928 var hann við at bjarga Siloa, salinum í Fuglafirði, frá at verða stongdur. Hjúnini Oluffa og Petur Bærentsen høvdu umleið 1924 bygt húsini, sum hýstu gamla Siloa í Fuglafirði. Tey vóru nýtt sum sethús og til at halda møti í. Oluffa var úr Fuglafirði, meðan Petur var suðuroyingur, og førdi hann skip har suðuri. Í 1928 fluttu Oluffa og Petur Bærentsen suður á Tvøroyri at búgva, og tey seldu húsini í Fuglafirði. Tá keypti Niels Lassen Holm gamla Siloa og spurdi Victor Danielsen, um hann ikki vildi flyta til Fuglafjarðar at búgva og føra arbeiðið í Siloa víðari. Victor flutti tá úr Søldarfirði til Fuglafjarðar. Victor og kona hansara Henrikka búsettust í 1928 við fýra teimum elstu børnunum í gamla Siloa í Fuglafirði, har trý tey næstu børn teirra seinni vórðu fødd. Tá ið Victor byrjaði at halda møti í Fuglafirði í 1928, vóru tey seks tilkomin fólk, íð savnaðust regluliga í Siloa - íroknað hjúnini Rikka og Victor Danielsen. Í 1933 bygdi Victor nýggj sethús í Fuglafirði, har tvey tey yngstu børn teirra vórðu fødd.
Aftaná tað varð Gamla Siloa brúkt burturav til at halda møti í. Í 1950 varð Siloa nógv útbygt, og í 1992 bygdi samkoman í Siloa nýggjan sal. Gamli salurin varð seldur til kommununa, og nøkur ár seinni varð hann tikin niður. Nú hevur kommunan hampað og prýtt grundstykkið, og um nakrar vikur er ætlanin at reisa minnisvarða á hesum staði av Victori Danielsen. Kanska fara tey at minnast Niels í hesum sambandi!
Í 1932 varð Ebenezer útbygt. Sagt varð tá, at tað var Niels, sum dugnaði hesa útbygging við eini sera stórari upphædd.
Fekk sær handil
Sum sagt var Niels timburmaður, men hann fekk sær seinni málingahandil. Í Færøernes Næringsveje, sum kom út í 1918, er henda lýsing av handlinum:
Joen Jensen
Niels Holms Eft.
Lenoelums & Farvehandel.
I aaret 1890 begyndte Niels Holm sin forretning under ganske beskedne forhold med maling, tapeter og pap. I flere aar blev der kun leveret færdigt arbejde i disse ting og ikke solgt fra butik, men det viste sig snart hensigtmæssigt ogsaa at aabne et salg over disk af disse varer, og efter at dette var gjort, tog forretningen et stort opsving.
Nogle aar senere udvidedes forretningen til ogsaa at omfatte glas (vinduesglas, spejlgals etc) rammelister og indramming af billeder, og igjen lidt senere gik man ogsaa over til at føre rullegardiner, bordvoksdug og linoleum, hvilken sidste artikel viste sig at blive en meget efterspurgt vare paa grund af, at man fra først af holdt det bekjendte Kirccaldy lenoleum, som ingen andre mærker kan staa ved siden af. Dette blev også snart kendt over hele øerne som det bedste lenoleum. I 1916 overdrog N Holm forretningen til sin mangeaarige medarbejder Joen Jensen (beiggi Jens av Reyni), som sikkert vil være i stand til at føre forretningen frem i samme spor som forgjængeren.
Verdur at minnast
Hetta sigur so eisini nakað um hansara dygdir. Niels fekk neyvan nøkur minningarorð. Hjá fólki uttan børn verður søga teirra eisini ofta nakað endaleys. Men hervið er so reist eitt minni um Niels Holm, nú 75 ár eru liðin síðan hann andaðist, og hann kom at liggja undir liðuni á dóttir síni. Uttan iva liggur í hvussu er seinna kona hansara eisini her.
Keldur:
..men Gud gav vøkst
Færøernes Næringsveje
Sjúrður Skála
Viggo Christiansen
Max Weihe
Bjarki Ziska
Hans Petur Hansen
Óli Jákup Jacobsen
Zacharias Zachariassen
Hjørdis Háberg
Sverri Egholm
Niels J Arge
Næstu ferð:
Komandi frásøgn verður um Petur í Mattalág, abbi eina sera viðkomandi havnarmann beint nú Birgar Johannesen