Nigeria og Egyptaland vunnu seg víðari til fjórðingsfinalurnar

Nú eru seks fjórðingsfinalistar funnir

Mynd: Ritzau Scanpix

Ígjár vóru tvær fjórðingsfinalur leiktar í afrikanska endaspælinum í fótbólti, ið verður leikt í Marokko.

 

Nigeria vann stórsigur 4-0 á Mosambik. Hinvegin mátti longd leiktíð til áðrenn Egyptaland megnaði at sigra á Benin.

 

Nigeria-Mosambik 4-0 (2-0)

 

1-0 Ademola Lookman ('20 )

2-0 Victor Osimhen ('25 )

3-0 Victor Osimhen ('47 )

4-0 Akor Adams ('75 )

 

Egyptaland-Benin 3-1 (1-1 - 0-0) - aftaná longda leiktíð 

1-0 Marwan Attia ('69 )

1-1 Jodel Dossou ('83 )

2-1 Yasser Ibrahim ('97 )

3-1 Mohamed Salah ('120+)

 

Tvær áttandapartsfinalur eru eftir at leika. Tær vera báðar leiktar í dag. Klokkan 16 spæla Algeria og Demokratiska Lýðveldið Kongo, og klokkan 19 spæla Fílabeinsstrondin og Burkina Faso.

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix