Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í FIF vunnu ein sera týðandi heimadyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Skovbakken var á vitjan hjá FIF á Frederiksberg, har tað eydnaðist FIF at vinna dystin 37-34. FIF var á odda 16-14 í steðginum.
Leivur Mortensen gjørdist næstbesti málskjúttin hjá FIF við seks málum. Jónas skoraði trý mál fyri FIF í dag.
FIF er nummar átta í deildini við 16 stigum. Trý stig eru niður til næstaftasta liðið, Otterup sum hevur 13 stig. Tvey tey niðastu liðini flyta niður í triðbestu deildina.
Ígjár var føroyingauppgerð millum liðið hjá Brandi Halgirssyni, Team Sydhavsøerne og liðið hjá Rógva Dal-Christiansen, Roskilde.
Suðuroyggjamenn, ið høvdu heimavøll vunnu greiðan 37-31 sigur á Roskilde, sum er aftast í deildini við bert níggju stigum.
Brandur tók síni tøk í verjuni hjá Team Sydhavsøerne, og hann fekk tvær útvísingar. Rógvi gjørdist næstbesti toppskjúttin hjá Roskilde við fýra málum.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | TMS Ringsted | 18 | 28 |
2 | HØJ | 18 | 25 |
3 | Team Sydhavsøerne | 18 | 23 |
4 | Skive fH | 19 | 23 |
5 | Aarhus HC | 17 | 19 |
6 | Rækker Mølle | 18 | 18 |
7 | TM Tønder | 18 | 17 |
8 | FIF | 18 | 16 |
9 | Grindsted | 17 | 15 |
10 | IK Skovbakken | 19 | 15 |
11 | Odder | 17 | 13 |
12 | Otterup HK | 18 | 13 |
13 | Roskilde | 19 | 9 |