Níggju vánaligir minuttir feldu Kaj Leo og liðfelagarnar

Akranes hvøkkaði oddaliðið, ið tó skjótt yvirvann hvøkkin

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Akranesi, ið liggja aftast í íslendsku fótbóltsdeildini við bert átta stigum megnaðu í kvøld at leypa hvøkk á greiða oddaliðið, Breiðablik á útivølli.

 

Tá 54 minuttir vóru farnir av dystinum legði Gísli Laxdal Unnarsson Akranes á odda 1-0.

 

Heimaliðið yvirvann tó skjótt hvøkkin. Millum 62. og 71. minutt skoraði Breiðablik trý mál uppá níggju minuttir, og so var støðan 3-1 til heimaliðið, ið eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

 

Akranes spælir aftur 7. august móti Vali á heimavølli.

 

Hóast Akranes er aftast í deildini við átta stigum, so eru bert trý stig upp til FH sum liggur triðaftast við 11 stigum. Tvey tey niðastu liðini flyta niður í næstbestu deildina, tá kappingin er lokin. 

 

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is