Tað skrivar Skúlablaðið. Skúlin við Løgmannabreyt skal hava nýggjan stjóra 1. september í ár. Skúlastjórin, ið hevur leitt skúlan, síðani skúlin varð stovnaður í 2008, Høgni Joensen, hevur sagt seg úr starvi.
– Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har skúlastjórin fær høvi at mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar, skrivar Skúlablaðið.
Í Skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.-9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.
Skúlastjórin virkar eisini í tøttum samstarvi við mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu, og við aðrar deildir og skúlar í Tórshavnar kommunu. Frítíðarskúli er á skúlanum, ið hevur egna leiðslu, sum skúlastjórin og starvsfólk skúlans samstarva við.











