Niklái Nysted: - Tað var eitt DDOS álop

Portalurin varð í síðstu viku álopin av teldusníkum. Hoyr her hvat stjórin, Niklái Nysted, hevði at siga um tað.

Tað var eitt DDOS álop ella fleiri álop av tí slagnum. Tað eru heimasíður, ið verða hackaðar á netinum, ið so verða brúktar at loypa á aðrar síður við.


Tað sigur Niklái Nysted, stjóri á Portalinum við Rás 2, aftaná at tíðindasíðan varð álopin av teldusníkum í síðstu viku.


Niklái Nysted greiðir frá, at álopið hevði staðið á í nakrar dagar, áðrenn heimasíðan at enda hoknaði undir trýstinum, men sigur, at heimasíðan framyvir er betri brynjað at standa móti tílíkum álopum.


Trýst á pílin undir myndina fyri at hoyra alla samrøðuna við Niklái Nysted.