Niklas hevði eina sera avgerandi bjarging

(FM1) Hoyr Niklas Simonsen greiða frá avgerandi bjargingini hann hevði við støðuna 24-23 til Montenegro

Montenegro hevði sigurin á hondum tá bert 13 sekund vóru eftir, og støðan var 24-23 til heimaliðið, men so hevði Niklas Simonsen eina fantombjarging. Fá sekund aftaná hevur Rókur Akralíð spælt Róa Berg Hansen leysan sum javnar til endaliga úrslitið 24-24, og føroyska A-landsliðið í manshondbólti hevur fingið eitt framúr og minniligt úrslit í EM-undankappingini.

 

Niklas Simonsen sum kom inn ta seinastu løtuna fyri Nicholas Satchwell greiðir frá bjargingini í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1, at hann var óttafullur beint aftaná bjargingina, at returbólturin skuldi enda hjá Montenegro, men tað gjørdi hann tíbetur ikki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr føroysku málmanshetjuna seta orð á góða føroyska avrikið.