Niklas Landin stongdi málið fyri Eliasi og liðfeløgunum

THW Kiel var fyri níggjumáls ósigri móti Aalborg í heimadysti í Champions League

Millum 2015 og 2023 var danska málverjulegendan, Niklas Landin mangan THW Kiel góður. Í kvøld var hann sum málverji hjá Aalborg ein marra hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel, tá teir spældu móti Aalborg í heimadysti í Champions League.

 

Niklas Landin bjargaði heili 51,35 prosent av málroyndunum hjá Kiel, harímillum skotini Elias hevði móti honum. Endin var, at Aalborg vann stórsigur 27-18. Í steðginum var Aalborg á odda 11-6.

 

Tað eydnaðist ikki Eliasi at skjóta nakað mál í kvøld.

 

Kiel er framvegis nummar eitt í bólki A við 10 stigum fyri sjey dystir. Nummar tvey er Aalborg við níggju stigum. Kolstad, PSG og Kielce hava átta stig hvør.

 

Sunnudagin klokkan 13.05 verður føroyingauppgerð í týsku bundesliguni. Tá tekur Kiel ímóti liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin á heimavølli.