Njál Djurhus í norskum filmi

Klokkan 11.30 tosar Rás2 við kenda føroyingin Njál Djurhus um hansara leiklut í nýggja norska filminum ?Gatas Gynt?

Njál Djurhus man vera best kendur fyri sítt slóðbrótandi arbeiði innan frelsunarherin.

Nú roynir hann seg í einum nýggjum leikluti í norska filminum ?Gatas Gynt?, ið verður frumsýndur hóskvøldið.

Fimurin byggir á klassikaran ?Peer Gynt? eftir Henrik Ibsen. Tað serliga við ?Gatas Gynt? er, at allir leiklutirnir verða leiktir av misnýtarum og øðrum, ið halda til á gøtuni.

Ein av uppgávunum hjá Njál Djurhus hevur verið at finna fram til hesar leikarar gjøgnum rúsumsorganararbeiðið hjá Frelsunarherinum í Oslo.

Sjálvur spælir Njál Djurhus leiklutin sum prestur í filminum.

Tað er kendi norski leikstjórin Hallvard Bræin, sum hevur leikstjórnað ?Gatas Gynt?