Njál: Mostur mín Kristina verður 100 ár

Tann 20. desember verður most­ir mín, Kristina, 100 ár. Hon varð fødd í Líðini í Koll­a­firði. Foreldrini vóru Anna Sof­ía úr Lonini í Miðvági og Sig­vald Oliver Djurhuus, sum var úr Kollafirði. Tey fluttu seinni til Havnar og búðu fyrstu tíðina í Port­u­gál­i­num úti á Reyni. Tey fing­u 10 børn, og eg var tað 11. barn­ið, ið kom inn í hesa fam­ilju.

Kristina verður 100 ár

Kristina fór til Havnar 15 ára gomul at tæna hjá skyld­kon­uni Siggu Due Sør­en­sen. Eftir tvey ár fór hon at arbeiða hjá fam­ilj­uni Brockie úti í Ting­a­nesi. Seinni arbeiddi hon í Marg­a­rin­fa­brikkini í Tórsgøtu fram til 1948.

 

Kristina var fyrsti lim­ur í Frels­un­ar­her­i­num í okk­ara ætt. Hon kom at ganga har, tá ið hon 15 ára gom­ul kom til Havnar. Síð­ani komu fleiri av okk­um við eisini. Kristina byrj­aði sum soldátur í Frels­un­ar­her­i­num í Havn í 1939 og hev­ur ver­ið ógvuliga virkin í her­i­num so leingi heilsan var góð.

 

Í 1949 fekk Kristina ar­beiði hjá Ester Rein, ið var gift við Kenneth Will­iam­son, fugl­a­frøð­ingi, sum var í Før­oy­um und­ir krígn­um. Hann skrivaði eina á­hug­a­verda bók um Føroyar. Tey búðu á pinkulítlu het­­l­endsku oynni Fair Isle millum Hetland og Orkn­oyggj­ar­nar. Saman við henni fór systirin Valdis, sum tó kom heim aftur og bú­sett­ist í Havn og seinni á Argj­um.

 

Á hesi lítlu oyggj hitti Krist­ina William Scollay Mat­h­i­e­son, og tey giftust 19. au­gust 1950.

 

Ættin í Føroyum var væl um­boðað í brúdleypinum. Úr Før­oyum fóru brøðurnir Sverri og Tummas Nap­ol­e­on, mamma mín Sofía og mað­ur hennara Johannes, Vald­is og eg sjálvur 9 ára gam­al.

 

Vit fóru av Havnini við før­oysk­um trolara til Ab­er­deen, og komu aftur við bát­i­num hjá Alfred Egholm “Sonju Egholm.” Soleiðis var ferð­ing tá í tíðini.

 

Veðrið var av tí allar besta, og eg minnist, at Affi, sum hann var kallaður, var sera fryntligur móti okkum.

 

Valdis bleiv tá verandi i Skot­landi eina tíð.

 

Maður Kristinu, William, var vit­a­passari, og tí mátti húsk­ið flyta saman við hon­um heilar átta ferðir. Støð­ini, har tey búðu, vóru Fa­ir Isle South lighthouse í Skot­landi, Bell Rock, Edinburgh, Meckl­en­burg Flugga í Skot­landi, Candick Head, Orkn­oyggj­ar­nar, Tabart Ness, Ross­s­hire, Pentland Sherr­ies, og Girdle Ness, Aber­deen.

 

##med3##

 

Hetta arbeiðið var skip­að á tann hátt, at hann var á vitanum eitt ávíst tíðar­skeið, og hevði so frí heima við hús eitt annað tíð­ar­skeið.

 

Tá ið William fór frá vegna aldur, flutti familjan til Sea­forth Place í Thurso í Skot­landi. William doyði 16. mars 1993, og tá flutti fam­ilj­an til Perth.

 

Nú býr Kristinr á einum heimi stutt frá dóttur síni Irene Miller. Hon er næst­elsta dóttur og arbeiðir sum sos­i­al­ráðgevi.

 

Yngst er Elin, ið er teld­u­frøðingur.

 

Tíverri doyði elsta dótt­ir­in Anna Katrina í 2004. Hon var út­búgvin lærari.

 

Ein ommudóttir, Maria, hev­ur búð í USA í fleiri ár. Hon hevur arbeitt hjá Frels­un­ar­her­i­num innan tónleik og sang.

 

Nú býr hon í Baltimore, Mary­land í USA, har hon starv­ast sum rektari á “The pea­body preparatory” mus­ikk­skúla.

 

Nú hon fyllir 100 ár, ynski eg henni hjartaliga til­lukku, og Harrans signing yv­ir lívskvøldið.

 

Njál

 

##med2##

 

Kristina verður 100 ár

Brúðarmyndin. Sverri og Tummas Napoleon eru nr. 3 og 5 í ovastu røð. Á fyrstu røð til vinstru Sofía, mamma Njál. Undir liðini á brúðrini situr Valdis og maður Sofíu, Johannes. Njál situr til høgru á gólvinum 9 ára gamal.