Njarðvík datt úr topp-5 undan seinasta umfarinum

Í løtuni stendur liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu ikki til at spæla um uppflyting

Komandi leygardag verður seinasta umfarið leikti í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Njarðvík liggur á løtuni á einum sætta plássið og sleppur sostatt ikki at spæla um uppflyting um støðan heldur sær aftaná seinasta leikumfarið.

 

Nummar eitt flytur beinleiðis upp í bestu deildina, meðan nummar tvey til fimm spæla um uppflyting.

 

Ígjár spældi Njarðvík javnleik 0-0 móti Keflavík á heimavølli, og sum úrslitini hava lagað seg er Njarðvík í løtuni einum sætta plássi við 32 stigum, eitt stig aftanfyri Afturelding á fimta plássinum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir Njarðvík á útivølli móti Grindavík. Njarðvík má vinna og so vóna, at úrslitini laga seg so teir sleppa at spæla um uppflyting.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMál+/-Stig
1ÍBV21115549:262338
2Fjölnir21107434:241037
3Keflavík2198433:24935
4ÍR2198430:25535
5Afturelding21103836:36033
6Njarðvík2188532:27532
7Þróttur R.2176832:29327
8Leiknir R.21831032:33-127
9Grindavík2167838:44-625
10Þór2158830:37-723
11Grótta21441330:48-1816
12Dalvík/Reynir21271221:44-2313