Hesar seinastu dagarnar hevur tað verið ringt veður við kavaroki og nógvum vindi og løgreglan sigur, at síðstu nátt, og fyrrapartin í gjár, varð fleiri ferðir ringt til tey at boða frá skaða. Men tíbetur var talan um smáttarí, ella ymiskt, sum lá leyst og feyk, skelti, sum brotnaði – og onkur bingja varð eisini tikin av vindið.
Seinnapartin í gjár, og í gjárkvøldi, minkaði hann vindin aftur – men aftur fyri varð tað rættiliga kalt í nátt og sostatt varð tað eisini rættiliga nátt. Løgreglan sigur, at tað eru nógv fólk, sum eru dottin, og sum hava havt brúk fyri sjúkrabili. Løgreglan sigur, at eit skifti var so nógv at gera hjá portørunum, at teir høvdu ikki nokk av sjúkrabilum og sostatt mátti løgreglan hjálpa til at koyra eftir fólki, sum høvdu biðið um hjálp.
Tey hjálptu eisini fleiri fólkum, sum lógu avdottin úti, á føtur aftur – ella til húsar, tí hetta var ikki veður at liggja úti í. Og tað var nokk at gera, tí tað var nógv fólk í býnum, men tað var sera friðarligt, sigur løgreglan.