- Nú er tað við at ganga upp fyri fólki, at tað er ikki koyrandi. Tað segði løgreglan við Rás2 í morgum. Í allan dag hava løgregla og Landsverk ávarað fólk ímóti at koyra ímillum bygdir, tí tað er ikki koyrandi fyri stormi og kavaroki. Samstundis eru fleiri vegir beinleiðis stongdir.
Les eisini: Bussur farin útav í Kollafirði
Men nógva staðni hevur tað verið sum at sletta vatn á gás og sum vit hava lisið á in.fo fleiri ferðir í dag, hevur eitt ótal av bilum rent seg fastar í kavanum. Tað hava eisini verið fleiri smærri ferðsluóhapp, men tíbetur bara við materiellum skaða.
Les eisini: Egin bati í veðriningium í allan dag
Eitt pláss, har nógvir bilar hava staðið fastir, er við Norðskálatunnilin og løgreglan sigur, at nógir bilar hava eisini staðið inn í sjálvum tunlinum og kroka. Og landsverk hevur havvt alt tøkt fólk og allar tøkar gravimaskinur á vegunum í allan dag. Skálafjarðar sløkkilið er eystarumegin tunnilin og sløkkiliðið á Sundi er vestarumegin og tey hjálpa landsverki at rudda Men líkindini eru so ring, at tað er torført at grava seg fram til bilarnar, sum standa fastir. Tí hava fólk verið noydd at brynja seg við toli.
Les eisini: Ongin fólkaskaði hendi
Men løgreglan sigur, at sum tað er liðið út á seinnapartin, er ferðslan munandi minkað. - Nú er fer tað at gang upp fyri fólki, at tað er ikki koyrandi, siga tey á løgregluni. Hann sigur framvegis frá ringum veðri í alt kvøld og løgreglan mælir framvegis frá at koyra ímillum bygdir.
Les eisini: Bilførarar seta lív og heilsu í vanda í morgun
Mælt verður eisini teimum avbygdafólkum, sum eru komin til Havnar í morgun, at fara heim aftur fyribils, men at bíða í Havn til tað batnar. Men sum skilst verður tað ikki fyrrenn eftir midnátt, at nakar bati er at hóma.
|