Nógv tey flestu málini, barnaverndin hevur til viðgerðar, eru tikin upp eftir beinleiðis áheitan frá foreldrum, ella øðrum næstringum hjá barninum. Tað upplýsir barnaverndarstovan. Ein uppgerð hjá Barnaverndarstovuni vísir, at av øllum teimum 253 fráboðanum, barnaverndirnar fingu í fjør, eru heili 62 fráboðanir frá tí av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barninum.
- Foreldramyndugleikin er sostatt størsti einstaki bólkur av fráboðarum við tað, at tey standa fyri 24,5 prosentum, ella fjórðuhvørjari fráboðan til barnaverndirnar.
Men harafturat vórðu 2,4 prosent av málunum tikin upp eftir áheitanini frá tí av foreldrunum, sum ikki hevur foreldramyndugleikan, og somuleiðis eru 5,5 prosent av málunum tikin upp eftir áheitan frá øðrum næstringum hjá barninum ella øðrum sum kenna familjuna.
Sostatt er tað næstan ein triðingur av øllum fráboðanum til barnaverndina, sum koma frá tí privata umhvørvinum hjá barninum.
Hinar fráboðanirnar, ella 67,6 prosent av fráboðanunum, koma frá yrkisliga umhvørvinum hjá børnunum.
Og tann yrkisbólkurin, sum fráboðar oftast til barnaverndina, var skúlin, ið sendu 36 mál til barnaverndirnar í fjør. Sostatt stóð skúlin fyri 14,2% av øllum fráboðanum í fjør.
Annars taka barnaverndirnar eisini ofta mál upp sjálvar. Í fjør tóku barnaverndirnar sjálvar 24 mál upp og løgreglan sendi 24 mál til barnaverndirnar.
Annars vóru tað hesi, sum boðaðu barnaverndunum frá í fjør: Heilsusystir: 22 mál Dagstovnar og dagrøkt: 19 mál Psykiatriski depilin: 10 mál Hinvegin hendi tað tríggjar ferðir, at kommunulæknar boðaðu barnaverndunum frá. Tað hendir eisini, at børn og ung sjálvi venda sær til barnaverndirnar og í fjør hendi tað tríggjar ferðir at børn og ung sjálvi vendu sær til barnaverndirnar at biðja um hjálp. Onnur í heilsuverkinum boðaðu fra trimum málum. Ljósmøður boðaðu frá tveimum málum og Almannastovan og frítíðarskúlar boðaðu frá hvør sínum máli. Í hesum sambandi skal gerast vart við, at meiri einn ein fráboðari kann vera skrásettur til eitt mál.
|