Nógv foreldur fingið klipp í koyrikortið

Tað eru heilt nógv foreldur, sum hava børn í bilinum, uttan at spenna tey í trygdarbelti

Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan kring landið givið rættiliga nógvum bilførarum klipp í koyrikortið.

 

Løgreglan kanna ferðsluna javnan og savnan, men so fara tey eisini av og á undir mivís átøk, har tey kanna serliga nógvar bilar.

 

Eitt slíkt átak var alla síðstu viku og tað hevur hildið fram í hesi vikuni.

 

Í hesum sambandi hevur løgreglan kannað bilførarar, sum koyra børn í og úr skúla.

 

Løgreglan hevur eisini kannað bilførarar, sum koyra børn í dagstovnar og úr teimum aftur.

 

Harumframt hevur løgreglan eisini kannað ferðsluna sum heild og hesar kanningar hava verið um alt landið.

 

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava tey í fyrstu atløgu kannað eftir um øll í bilinum sita spent í trygdarbelti, sum tey eiga eftir forskriftunum.

 

Løgreglan sigur, at í átakinum hesuferð, hava tey kannað eitt stórt tal av bilum.

 

Og í hesum kanningum hevur løgreglan eisini ásannað, at tað eru framvegis nógv børn, sum sita í bili, uttan vera spent føst eftir forskriftunum.

 

Er talan um børn undir 15 ár, kostar tað bilføraranum eitt klipp í koyrikortið.


Eru børnini 15 ár, ella eldri, kostar tað bilføraranum eina bót.

 

- Tað eru heilt nógvir bilførarir, sum hava fingið klipp í koyrikortið í hesum umfari, tí at børnini ikki eru spent føst, sum tey eiga, sigur løgreglan.

 

Bara í morgun hevur løgreglan kannað 75 bilar við ymsar skúlar og aðrastaðni og eisini í morgun vórðu nógv koyrikort klipt og nógvir bilførarar hava fingið bót.