Nógv forvitnisligt verður í KvF á jólum

Barbara Samuelsen, leiðari á mentanardeildini í Kringvarpinum, sigur, at Kringvarpið fer at bjóða bæði góðar, gamlar klassikarar og spildurnýggjar sendingar í bæði útvarpi og sjónvarpi um høgtíðina.

 

Barbara Samuelsen er mentanarleiðari í Kringvarpi Føroya.

Jólini í KvF byrjaðu longu hin 1. desember - í sjónvarpinum við nýggja og hugnaliga jólakalendaranum, Stjørnudust, og í útvarpinum við øllum tí góða jólatónleikinum. 

Mentanarleiðarin vísir á, at korona hevur havt sína ávirkan og hevði millum annað við sær, at vælumtókta sendingin, Syngið við, bleiv av ongum. 

- Onkrar sendingar í útvarpinum eru eisini tiknar av skránni vegna koronu, men sum heild er nógv gott tilfar um høgtíðina, sigur hon. 

 

Ein fastur táttur og ein hugnalig byrjan upp á jólini í útvarpinum eru jólaheilsanirnar. Tær vórðu í ár sendar kvøldini, 22. og 23. desember. 

- Jólaaftansmorgun eftir tíðindini klokkan 10 kunnu børnini gleða seg til at ringja til Greytasleik og Halaleysa, sum sita klárir við telefonina. 

Barbara Samuelsen vísir á, at seinni jólaaftan verður eitt nú farið á ferð við biskupi. 

- Út á kvøldið spælir Bjørn Bech gamlar jólaslagarar, og jólaaftanskvøld í útvarpinum endar við midnáttarmessu úr Mariukirkjuni. 

 

1. jóladag og 2. jóladag fer útvarpið eisini at hava fleiri forkunnugar sendingar. 

 

- Úr rúgvuni kunnu vit nevna 85 ára gamla, Mikkjal Sørensen, sum Tórður Mikkelsen fyrr í ár vitjaði. Mikkjal hevur búð einsamallur á einari oyggj í Grønlandi í 56 ár. 

Barbara Samuelsen vísir á, at útvarpið eisini fer eina spennandi ferð til Sacramento í USA, har fýra føroysk systkin búsettust tíðliga í fyrru øld. 

- Hetta er ein søga um føroyingar, sum leitaðu sær burtur í onnur lond at vinna sær til lívsins uppihald, og tað er Magni Arge, sum leggur til rættis.

 

Fleiri tónleikasendingar verða eisini at hoyra hesar dagarnar, og 2. jólakvøld verður farið upp á gólv. 

- 2. jólakvøld endar sum vanligt við vælumtóktu Plátubarrini, sigur mentanarleiðarin, Barbara Samuelsen.

 

 

 

 

Barbara Samuelsen er mentanarleiðari í Kringvarpi Føroya.