Á flogvøllinum vóru 70-80 fjepparar frá kroatiska fótbóltsliðnum Hajduk Split, og í tí sambandi vóru løgreglumenn mannsterkir til staðar frá klokkan 08, inntil kroatarnir fóru av landinum.
Har var einki mál hóast alt - eingin harðskapur. Tó var onkur, sum sprayaði okkurt grafitti onkrastaðni.
Teir eru farnir av landinum nú, teir allar flestu.
Klokkan 21:53 fær løgreglan fráboðan um ein aggressivan persón framman fyri Burn í miðbýnum í Havn. Hetta var ein føroyingur, og hann fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, tí hann var óbehagiligur.
Umframt hetta vóru fleiri ferðmátingar gjørdar. Har vóru nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt – ein koyrdi til dømis 160 km/t.