Nógvar góðar kreftir handan nýggja bryggjaríið

Tað er neyvan nakar vandi fyri, at nýggja bryggjaríið, OY, í Havn ikki skal fara at klára seg.

 

Sjálvandi er kravið, sum stjórin Petur Petersen eisini segði á móttøkuni gjár, at produktið skal vera í ordan, góður smakkur og góð marknaðarføring.

 

Les eisini: Nýtt bryggjarí við brewpub í Havn

Men tað snýr seg eisini um, hvør stendur aftan fyri bryggjaríið. Og her hava tey skipað soleiðis fyri, at tað eru einir 60 partaeigarar. Tað eru ymisk fólk í Havn, sum soleiðis hvør í sínum lag verða ambassadørar fyri bryggjaríið. Men við eru eisini tey, sum selja øl á skeinkistøðum í høvuðsstaðnum, har eru fólk, sum umboða báðar teir stóru aktørarnar í vinnuni í Havn sum Gist & Vist og Smyril Line – og onnur við.

Tað merkir, at ølið frá Oy frá fyrsta degi verður at fáa á at kalla øllum skeinkistøðum í býnum, sum verður gott grundarlag, nú nýggja bryggjaríið leggur frá landi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##