Nógvir afganar royna til fánýtis at sleppa til Danmarkar

Um vikuskiftið søktu um 850 afganar um at sleppa til Danmarkar gjøgnum tulkaavtaluna, men bara ein leyk treytirnar.

 Trine Bramsen, verjumálaráðfrú, sigur, at um vikuskiftið streymaðu umsóknir inn um at sleppa til Danmarkar. (Arkivfoto) - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Umleið 850 afganar søktu í síðstu viku um at sleppa til Danmarkar gjøgnum tulkaavtaluna frá 2013.

 

Men bara ein persónur leyk treytirnar fyri at kunna vera fluttur úr ófriðarliga landinum, har hernaðarliga islamistiska rørslan Talinban hevur tikið valdið, meðan vesturlond taka seg úr landinum eftir 20 ár.

 

Danska verjumálaráðfrúan Trine Bramsen sigur, at stórur vøkstur er í talinum av umsóknum, eftir at Verjumálaráðið fríggjadagin upplýsti, at tað var við at vera síðsta útkall, um fólk vildu flytast til úr Afganistan til Danmarkar.

 

– Til 10. august høvd vit fýra umsóknir liggjandi frá fólki, sum søgdu seg hava verið tulkar og arbeitt saman við donskum hermonnum. Fyrst í síðstu viku vaks talið, og nú hava væl oman fyri 1.000 umsóknir, sigur hon.

 

– Í síðstu viku sluppu 36 ígjøgnum nálareygað, og nú um vikuskiftið hava vit úr nógvum umsóknum funnið ein persón, sum lýkur treytirnar, sigur hon.

 

– So mongdum av umsóknum er munandi vaksin, og tað eru ymsar orsøkir til, at fólk søkja. Men tey, sum eru eyðmerkt sum tulkar, eru ógvuliga fá, sigur Trine Bramsen.

 

Verjumálaráðið upplýsir, at umleið 850 fólk søktu um vikuskiftið at sleppa til Danmarkar gjøgnum serligu tulkaavtaluna.

 

Avtalan gevur afganskum tulkum, sum hava arbeitt fyri donsku verjuna í Afganistan, møguleika fyri at søkja um friðskjól í Danmark.

 

Verjumálaráðið upplýsti í boðum fríggjadagin, at leygardagin 21. august var síðsta dagur at søkja, um tey skuldu hava eina veruligan møguleika at sleppa úr Afganistan.

 

Trine Bramsen sigur, at tað verður arbeitt alt samdøgrið í Verjumálaráðnum fyri at viðgera umsóknirnar, sum framvegis streyma inn.

 

– Tað positiva er tó, at nú hava vit eina vón um, at vit hava fingið teir tulkar, sum ikki hava kunna fingið hjálp á annan hátt, gjøngum tulkaavtaluna, sigur hon.

 

Verjumálaráðfrúan sigur, at Danmark framvegis fer at viðgera tær umsóknir, sum koma inn, so tey kunnu síggja, um tað eru onnur, sum skulu sleppa til Danmarkar gjøgnum tulkaavtaluna.

 

Trine Bramsen sigur, at nógvu umsóknirnar siga, hvussu spent støðan er í Afganistan, har nógv fólk vilja sleppa av landinum, eftir at Taliban hevur fingið valdið í landinum.

 

– Tey hava kanska hoyrt frá vinum ella familju, at tað verður evakuerað til Danmarkar, og tí søkja tey gjøgnum tær upplýsingar, sum eru um danskar myndugleikar.

 

– Tað kunnu vit ikki lasta teimum, tey eru í eini truplari støðu. Men vit hava ikki myndugleika til at hjálpa teimum gjøgnum tulkaavtaluna, sum er fyri tulkar, sum hava samstarvað við danskar hermenn, sigur hon.

 

Verjumálaráðið metir, at umleið tríggir av fýra tulkum, sum hava arbeitt fyri Danmark, eins og familjur teirra, eru í Danmark.

 

Hvat viðvíkur síðsta fjórðinginum, so kunnu vera nøkur, sum enn ikki eru evakuerað úr afganska høvuðsstaðnum, Kabul, enn.

 

/ritzau/

 

 

 

 Trine Bramsen, verjumálaráðfrú, sigur, at um vikuskiftið streymaðu umsóknir inn um at sleppa til Danmarkar. (Arkivfoto) - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix