Nógvu útlendingarnir fara nú at ferðast

Víkingur hevur á heimavølli ímóti AB høvi at reisa seg eftir vónbrotið fyri viku síðani

Tað er nógv nýtt og nógv útlendskt á Argjum. Eftir tveir heimadystir og eitt stig fara Sámal Erik Hentze og AB í dag norður til Gøtu. Meðan AB venjarin kennir hvørja steinpirru í Sarpugerði, og veit nógv um Víking, sum hann vandi í fleiri ár og vann gull og skreyt við, so er stórur partur av AB liðnum fremmandur í Gøtu. Eftir 3-1 tap ímóti HB og 3-3 á heimavølli ímóti 07 Vestur fer AB fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina at royna seg á útivølli.

 

Nógvu fremmandu AB spælararnir fara seinnapartin fyri fyrstu ferð at royna seg á útivølli í landskappingini. AB veteranarnir Jobin Drangastein og Rógvi Poulsen hava higartil verið darvaðir av skaðum, og Franco Burset hevur bíðað eftir, at loyvini skuldu koma uppá pláss.

 

Víkingur tapti síðsta vikuskifti 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað var stórt vónbrot, og tað er hugsandi, at onkrar broytingar vera gjørdar á liðnum í dag, soleiðis at størri dentur verður lagdur í álopspartin. Ein møguleiki er, at Martin Klein Joensen, sum higartil hevur verið innskiftari, í dag verður millum teir fyrstu ellivu.

 

Bárður J. Hansen er tøkur aftur, eftir at hann fyri viku síðani ikki var við, tí hann var darvaður av vøddaskaða.

 

Víkingur – AB: Alex Troleis kl. 15.00.