Nokta at betala meir

-Vit hava longu eina eftirønarskipan, sum er, og vit fara ikki at betala til eina afturat, sigur forkvinnan í Sjúkrasystrafelagnum

-Vit betala longu til eina eftirlønarskipan. Og vit fara ikki at góðtaka, at betala meir.

Joan Ziskason, forkvinna í sjúkrasystrafelagnum er ørkymla av boðunum úr Tinganesi um, at 1. januar skulu øll betala 2% av lønini í eina eftirlønarskipan.

Hon sigur, at sjúkrasystrarnar hava eina eftirlønarskipan, har tær sjálvar betala 4% og arbeiðsgevarin 8%.

-Og vit fara ikki at góðtaka at betala meir, sigur Joan Ziskason.

Skulu vit betala 2% í eftirløn afturat, er hetta tað sama sum at fara niður í løn og tað gera vit ikki. Vit fara helkdur ikki at betala til tvær skipanir. Og vit fara heldur ikki at góðtaka eina skipan, har sjúkrasystrar verða verri fyri, enn tær eru nú.

Hon sigur, at tey hava krav uppá at frætta meiri um ætlanina.

Hon undrast eisini á, at tað nú er Karsten Hansen, sum hevur yvirtikið eftirlønarmálið.

-Fyrst var tað vinnumálastýrið, sum tók spurningin um eftirløn upp. So fór málið yvir í almanna og

heilsumálaráðið, men nú er tað brádliga endað í fíggjarmálastýrinum.

Joan Ziskason sigur, at tað er ørkymlandi, at eftirlønin soleiðis liggur og ferðast ímillum stýrini.

Hon ivast eisini í, hvør dugur er í eini eftirløn upp á 2%.

-Ein slíkur eftirlønargrunnur verður ongantíð til annað enn eitt ískoyti til fólkapensjónina.

Joan Ziskason sigur eisini, at tað er ein spurningur um ikki eftirlønarskipanin gongur beint ímóti ymsum ásetingum í sáttmálanum, sum tey hava og tí er tað ikki vist, at hetta er eitt mál, sum er lætt at loysa.