Nokta Dómstólinum framat

Hóast Fútarætturin hevði sína greiðu støðu, tá HB bað um fútabann, so hevur FSF enn ikki aktað boðunum um, at Ítróttardómstólurin skal hyggja at málinum.
Fríggjadagin sendi FSF bræv til Ítróttardómstólin, har teir enn einaferð gjørdu vart við, hvussu teir síggja málið.
Við støði í nýggju reglunum, sum vórðu samtyktar á eykaaðalfundi fyrr í ár, vísir FSF á, at eingin ivi er um, at Ítróttardómstólurin hjá ÍSF ikki hevur málsræði at taka støðu til ósemjur innan føroyskan fótbólt.
- Formliga koma nýggju viðtøkurnar í gildi 1. januar 2007, men hetta broytir ikki okkara støðu, tí nýggju viðtøkurnar hjá FSF eru bert ein kodifisering av tí, sum alla tíð hevur verið galdandi síðani FSF gjørdist sjálvstøðugur limur í FIFA, verður staðfest í brævinum.
FSF endar brævið við at siga, at tey meta tað sum lítið sannlíkt, at Ítróttardómstólurin hjá ÍSF kann kom til aðra niðurstøðu enn hana, sum FSF er komið fram til. Serstakliga tí tróttardómstólurin undir øllum umstøðum skal viðgera málið samsvarandi teimum reglum, sum eru galdandi innan FSF.