­ Nólsoyar Páll verður eitt betri skip enn ætlað

Kann skipið liðugt standa í 20 - 25 mió krónum, so eiga vit at gera skipið liðugt, heldur formaður Sambandsfloksins á tingi, sum er ósamdur við við landsstýrismannin John Petersen. - Útbjóðingartilfarið hjá landsstýrinum hevur ikki verið nóg gott, heldur Atli Hansen

­ Tilfarið, sum skipasmiðjurnar hava fingið frá landsstýrinum til at geva tilboð upp á arbeiðið upp á Nólsoyar Páll, hevur ikki verið nóg gott. Tí hevur bert ein skipasmiðja givið tilboð upp á at gera skipið liðugt, sigur formaður Sambandsfloksins á tingi, Atli Hansen.


Hann heldur alt tosið um, at eingir pengar eru tøkir vera púra burtur við.


­ Hatta er bara snakk. Tá tilboðini eru komin inn, og tá greitt er, hvussu nógv tað fer at kosta at gera skipið liðugt, kunnu vit fara at tosa um pengar, sigur Atli Hansen. Hann sigur tað vera eina sjálvfylgju, at tá prísurin er greiður, so eigur at vera farið í tingið at biðja um pengar.


Atli Hansen sigur, at støða Sambandsfloksins í hesum máli er, at skipið eigur at verða gjørt liðugt, tí tað er tað, sum er búskaparliga best forsvarligt.


­ Hetta snýr seg als ikki um at verja nakran, um tað er tað, ið róð verður uppundir, sigur hann.


­ At tosa um at nýta út við 100 milliónir til at byggja nýtt vaktarskip í dag - nú so illa stendur til búskaparliga, er púra burtur við, sigur hann.


Okkum tørvar vaktarskip - einki annað?


Atli Hansen vísir á, at vit nú hava møguleikan at fáa eitt gott vaktarskip fyri eini 20-25 milliónir. Hetta skipið kann so halda í eini 10 - 15 ár, og hesi árini kunnu vit so kanna, hvat seinni skal gerast.


­ Tað, okkum tørvar, er eitt vaktarskip. Tí er tað burturvið at tosa um oljuvinnu í hesum sambandi, tí tað er altso eitt vaktarskip, okkum tørvar.


Atli Hansen vísir greitt aftur, at talan er at dekka út yvir nakað í hesum málið.


­ Hvat vit so halda, so liggur eitt skip á Skála, ið vit sum politikarar eiga at fáa burtur hagani. Bara at lata skipið liggja har, er at fara illa um samfelagsvirðini, og tað kunnu vit ikki vera bekentir, sigur Atli Hansen.


Sambandsmenn

eru á einum máli


Atli Hansen vil ikki siga, at málið um Nólsoyar Páll er politiskt spreingistoff, hóast mangt kundi bent á tað.


­ Vit kunnu sjálvandi vera ójavnir á máli, men John Petersen hevði so eitt mál í tinginum, har hann bað um 10 milliónir at gera skipið liðugt fyri. Vit í Sambandsflokkinum eru samdir um at meina, at hetta er rætti mátin - at gera skipið liðugt, um tað fer at kosta um 20-25 milliónir krónur.


­ Vit hava so ómetaliga nógv annað at taka støðu til í hesum døgum. Vit skulu gera íløgur í strandferðsluna - Suðuroyarsiglingina, vit skulu samráðast við danir um at gjalda skuldina aftur, so bara at hála 100 milliónir úr lufti til nýtt vaktarskip, tað halda vit fer ill at bera til. Men gera vit skipið í standi, so fáa vit eitt gott skip í 10-15 ár, sum er á sama støði, sum Tjaldrið.


Skipið verður

betri enn ætlað


Atli Hansen vísir eisini á, at tá vit tosa um dýru umbyggingina av Nólsoyar Páll, og bera kostnaðin saman við upprunaligu ætlanina, so er ein grundleggjandi munur, sum vit eiga at hava í huga.


­ Tá skipið verður liðugt umbygt, er talan um eitt heilt annað skip - ið er nógv betri, enn upprunaliga skipið var. Skipið fær nýggjan hjálpimotor, nýtt sleipispæl, nýggja el-installatión á brúnni o. s. fr., sigur Atli Hansen.


Málið aftur

fyri samgonguna


Atli Hansen veit ikki, hvat víðari fer at henda í málinum um Nólsoyar Páll. Málið hevur verið fyri í samgonguni, og Atli Hansen fer at biða um at fáa málið fyri aftur í samgonguni, tí hann er ikki nøgdur við tað, sum hent er í málinum. Eftir ætlan verður samgongufundur annan mánadag, og tað roknar Atli Hansen við, at málið verður tikið upp.


­ Vit hava ikki so nógv mál fyri nú, tá tingið ikki er saman, og vit kunnu ikki bara lata skipið liggja á Skála, okkurt skal henda í málinum, sigur Atli Hansen, sum ikki heldur, at málið kann bíða til tingið kemur saman aftur á ólavsøku.


Fólkaflokkurin er einsamallur


- Hvat verður krav Sambandsfloksins í hesum málið?


­ Okkara støða er púra greið, vit vilja hava skipið gjørt liðugt - kann tað gerast fyri nevndu 20-25 milliónir krónur, sigur Atli Hansen.


­ Vit eru sjálvandi ikki einsamallir í samgonguni, men smærru flokkarnir eru í okkara parti í hesum máli, sigur Atli Hansen.


Hvørjar avleiðingarnar verða, um John Petersen stendur fast við avgerðina at steðga arbeiðinum upp á Nólsoyar Páll, veit Atli Hansen ikki, tí hann verður ikki einsamallur, at taka ta avgerðina, sigur hann.


­ Men vit hava so eitt tilboð, sum ikki liggur so langt av leið frá tí, sum vit hava hildið, at arbeiðið fer at kosta, sigur hann.


Hanstholm Flydedok hevur boðið sær til at gera arbeiðið, ið eftir er fyri átta milliónir krónur, samstundis sum teir tryggja sær, at eykaútreiðslur kunnu koma fyri millum 3 og 7 milliónir krónur.


Atli Hansen heldur ikki, at arbeiðið skal bjóðast út enn einaferð. Hann heldur hinvegin, at nú kunnu teir, ið eru áhugaðir, koma inn á Skála at hyggja eftir skipinum, og so kann avtalast nærmari, hvussu nógv arbeiðið skal gerast fyri.


­ Í øllum førum, so indikerar tilboðið, at samlaði prísurin ikki fer at verða hægri enn tær 20-25 milliónir krónurnar, sigur Atli Hansen.


­ Tað var eisini júst ætlanin við at bjóða arbeiðið út - at fáa øll hesi tølini niður á jørðina afur, sigur Atli Hansen.


NÝTT NÝTT NÝTT NÝTT


Tað seinasta nýggja í málinum, sum kom fram aftan á at blaðið varð prentað var, at John Petersen ætlar at selja skipið.

­ Eg havi sum landsstýrismaður heimild til at selja skipið, og tað vænti eg næstan, at eg fari at gera.

­ Ein útlendsk fyritøka hevur verið áhugað í at keypa skipið til upphøgging, so eg veit ikki, hvussu nógv vit kunnu fáa fyri skipið.

John Petersen heldur lítið um, at Sambandsflokkurin vil geva útbjóðingartilfarinum skuldina.

­ Trupulleikin er tann, at Sambandsflokkurin hevur keypt eitt óbrúkiligt skip, segði John Petersen við útvarpið