Norðborg er sektað fyri at hava tikið ov lítið úr tilfeinginum

- Vit eru vónsviknir av, at Norðborg fekk so lítið í sín part í svartkjaftabýtinum. Vóru tað ikki somu eigarar, sum áttu Christian í Grótinum og Norðborg, hevði ikki sæð væl út í dag, nú vit eru komnir við nýggjum verksmiðjuskipi. Norðborg hevur verið framleiðsluskip og hevur soleiðis roynt at fingið sum mest burtur úr tilfeinginum. Tí hava vit fiskað lutfalsliga minni nøgdir enn onnur skip. Hetta eru vit sektaðir fyri í verandi býti, og tað halda vit er skeivt, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari

Prát

 

Kristian Martin Rasmussen, sum júst er fyltur 62 ár, sigur, at teir hava møtt nógvum fólki, síðan teir komu heim úr Chili við nýggju Norðborg, sum hava heilsað teimum og ynskt teimum tillukku við stásiliga nýbygninginum.

- Jú, eg haldi, at fólk eru ógvuliga positiv, og eg ivist onga løtu í, at hetta lyftir eitt sindur undir, nú Klaksvíkin beint í løtuni ikki hevur sínar allar bestu dagar. Tað kann taka nakað av tí, men gongdin fer at venda. Líka so dapurskygd, sum fólk kunnu vera í dag, tá vinnuligu vánirnar ikki eru tær bestu, líka so positiv eru tey aftur, tá tað fer at ganga betri.

 

2-3 vikur

Kristian Martin sigur, at teir gjørdu av at sigla skipið heim úr Chili og fáa seinastu instalatiónirnar gjørdar her heima, tá tað dró út at fáa skipið liðugt á skipasmiðjuni har yviri.

- Tað er fitt av arbeiðið, sum skal gerast aftrat. Vit kundu fingið hálendingar og norðmenn, sum standa fyri størsta partinum av verksmiðjuni, yvir til Chili, men vit hildu tað vera lættari, um teir bara komu til Føroya at gera tað, ið eftir er.

Hann sigur, at øll veitingin útyvir sjálvt skipið kemur úr Evropu, og tí væntaðu teir at spara nakað av tíð, nú hesi arbeiði verða gjørd, meðan skipið er í Føroyum.

- Føroyska fyritøkan formula.fo hevur eisini eina nokso stóra uppgávu umborð á Norðborg. Fyritøkan kemur nevniliga at taka sær av vektarskipan, merking av vøru og eitt nú sporføri. Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at formula.fo skuldi taka sær av hesum, sigur hann.

Men eitt er at fáa allar skipanir settar upp. Annað er, at tær eisini skulu royndarkoyrast.

- Eg vænti, at einir átta útlendingar verða við okkum á fyrsta túri. Hetta eru fólk, sum umboða veitarar av útbúnaði. Teir koma soleiðis at fylgja við, hvussu eitt nú filét-linjurnar koyra, mjølverksmiðjan og frystingin.

Kristian Martin væntar, at tað fer at taka einar 2-3 vikur, áðrenn Norðborg loysir á fyrsta túrin.

- Vit vóna, at vit ikki koma alt ov seint í gongd, soleiðis at vit fáa høvi at byrja við svartkjaftinum. Tá noyðast vit ikki so langan veg, um okkurt skuldi verið, sum vit noyðast til lands eftir – ella at gera. Tað hevði soleiðis verið høgligari, um royndarkoyringin fór fram, meðan vit eru á svartkjaftaveiði um okkara leiðir, sigur hann.

Skerimasminurnar umboð á Norðborg eru av slagnum VMK. Hetta eru maskinur, sum hava roynst væl gjøgnum fleiri ár. Upprunaliga vóru hetta sildamaskinur, sum síðan eru bygdar til eisini at skera svartkjaft. Longu í 1986, tá svartkjaftaskipið Andrias í Hvannasundi kom sum nýbygningur, vóru skerimaskinurnar av hesum slag.

 

Reiðskapur klárur

Sjálvur veiðireiðskapurin liggur klárur, og lemmarnir eru teir somu, sum vóru umborð á Christiani í Grótinum.

- Vit fara at brúka hesar lemmarnar fyrst, meðan bíðað verður eftir nýggjum lemmum, sum Injector arbeiðir við. Trolini vera av sama slagi, sum tey, vit høvdu umborð á Christiani í Grótinum. Sniðini eru tey somu og støddin eisini. Helst fara vit at hava okkurt av teimum gomlu trolunum at taka til.

Kristian Martin sigur, at tað verða synirnir, Jón og Bogi, sum fara at skiftast um at føra nýggju Norðborg, meðan triði sonurin, Eyðun, er virkandi stjóri á skrivstovuni.

- Vit fara tó allir við á fyrsta túrin, og tá alt fer at rigga, sum tað skal, fara Jón og Bogi at skiftast um brúnna, leggur hann aftrat.

Herfyri segði annar av synunum hjá Kristian Martini við Sosialin, at hin “gamli” ivaleyst eisini man fara at føra Norðborg onkran túrin, tí hesin legst neyvan uppi permanent við góðum.

- Eg vænti tó, at eg so spakuliga fari at detta niðurímillum, sum tíðin gongur, sigur Kristian Martin brosandi.

Hann tekur tó aftur íaftur og heldur fyri, at enn er hann í góðum árum.

- Eg kann vera tann, sum tosar við fjølmiðlarnar – menn, sum teg, sigur hann aftur og flennur.

 

Lodnan spennandi

Kristian Martin sigur, at eitt, sum teir eru sera spentir upp á fyri framman, er lodnan, sum nú er við at koma fyri seg aftur í Barentshavinum.

- Í ár kundu vit ikki fáa lut í lodnuni, men eg vóni, at hetta fer at eydnast okkum við samráðingarnar komandi ár. Tað eru norðmenn og russar, sum sita á lodnuni í Barentshavinum. Vit hava altíð fingið burtur av hesum stovni, síðan fiskimørkini vórðu flutt úr á 200 fjórðingar – til lodnustovnurin gjørdist so illa fyri, og veiðan helt uppat. Nú eru teir aftur farnir at fiska lodnu, men eru varnir í byrjanini.

Hann sigur, at skipanin við lodnuveiðini í Barentshavinum hevur verið hon, at føroyingar eisini kundu fiska av russisku kvotuni í norskum sjógvi – og øvut.

- Vit høvdu eini 2-3 góð ár á lodnuveiði. Tað er rognalodnan, sum verður heilfryst, meðan hann-arnir fara til mjøl. Tá vit vóru á hesi veiði, noyddust vit at leiga okkum skip, sum kundi føra hann-lodnuna til lands. Vit fingu einki burtur úr fiskinum, sum aðrir førdu fyri okkum til lands. Hetta er ein orsøkin til, at vit nú eisini hava fingið okkum mjølverksmiðju umborð á nýggju Norðborg, soleiðis at vit kunnu framleiða mjølið sjálvir.

Kristian Martin vísir á, at hetta skuldi givið ein uppaftur betri rakstur, tá høvi aftur verður hjá teimum at fara á lodnuveiði.

 

Eru vónsviknir

Nú so nógv hevur verið frammi um svartkjaftabýtið og eitt nú feløgini, sum eiga og reka pelagisku skipini í Gøtu, hava víst sína stóru misnøgd, heldur reiðarin í Klaksvík fyri, at Norðborg so sanniliga er vorðin sektað fyri at hava meirvirkað tilfeingið.

- Vit eru vónsviknir av, at Norðborg fekk so lítið í sín part. Vóru tað ikki somu eigarar, sum áttu Christian í Grótinum og Norðborg, hevði ikki sæð væl út í dag, nú vit eru komnir við nýggjum verksmiðjuskipi.

Kristian Martin vísir á, at við tað, at Norðborg hevur verið framleiðsluskip og soleiðis hevur roynt at fingið sum mest burtur úr tilfeinginum, hevur skipið fiskað lutfalsliga minni nøgdir enn onnur skip, sum hava landað størsta partin av veiðini til ídnað.

- Hetta eru vit sektaðir fyri í verandi býti, og tað halda vit er skeivt, leggur hann aftrat.

Reiðarin vísir á, at Norðborg hevur fiskað svartkjaft heilt síðan 1977, men at hetta saman við meirvirkingini seinastu 7-8 árini ikki hevur givið skipinum tey rættindi, ið hann heldur, at teir áttu at fingið í einum kvotubýti.

 

Fullar koyggjur

Nú nýggja Norðborg loysir um einar 2-3 vikur, verða allar koyggjurnar umborð fullar, sum Kristian Martin tekur til.

- Vit ætla at byrja við 34 monnum, sigur hann.

Byggikostnaðurin av skipinum saman við eykakostnaði og byggirentum liggur um 250 miljónir krónur, og reiðarin metir, at samlaða verkætlanin fer at standa í umleið 280 miljónum, tá skipið loysir.

- Tað er eitt sindur trupult at siga, hvussu nógv vit skulu fiska fyri, um raksturin skal hanga saman. Hetta veldst eitt nú um oljuútreiðslur og útreiðslur annars. Men hugsandi er, at vit helst skulu selja fyri millum 70 og 100 miljónir krónur um árið, sigur reiðarin í Klaksvík, Kristian Martin Rasmussen.