Norðfra selur eisini í Danmark

Umframt at koyrt verður til dyrnar við føroyskum fiskavørum, kunn vørur hjá Norðfra nú eisini keypast í Kvickly handli í Roskilde.

Norðfra í Leirvík ger nú eina veruliga roynd at fáa fisk og aðrar vørur, sum virkið keypir og framleiðir, selt í Danmark. Leif Høj hjá Norðfra, sigur, at hetta sjálvsagt ikki er nøkur løtt uppgáva, men hann ásannar, at hetta kann gerast ein gongd leið.

 

- Umframt at okkara fiskabilur koyrir í Danmark og leverar okkara fiskavørur við dyrnar eftir bílegging, hava vit nú eisini fingið høvi at selja okkara vørur í einum Kvickly handli í Roskilde.

 

Leif Høj sigur, at á Norðfra eru tey sera spent upp á hesa royndina í Danmark, og hann ivast onga løtu í, at tað kann gerast sera týðandi fyri søluna, at fiskavørurnar hjá fyritøkuni nú eisini eru umboðaðar í einum Kvickly handli í Roskilde.

 

Við diskarnar, har føroysku vørurnar eru, stendur eisini føroyska Merkið, sum sigur frá, at vørurnar eru úr Føroyum, sí innsettu mynd.

 

Leif Høj vísir á, at við fiskabilinum koyra tey vørur eftir bílegging kring um í Danmark, har landafast er, og á Facebook-síðuni - Norðfra Danmark - kunnu fólk síggja koyriætlanina og annars síggja útboðið av føroyskum vørum, sum fiskavirkið í Leirvík hevur í sínum útboði í Danmark.