Norðmenn betri enn danir

Rosenborg sigurin í Brøndby mikukvøldið staðfesti, at í liðfótbólti er tað framvegis soleiðis, at danir standa í skugganum av norðmonnum

EUORPA CUP

Annan leygardag skal danska fótbóltslandsliðið spæla fyrsta dystin í nýggju EM undankappingini. Hann verður á Ullevaal í Oslo ímóti Noregi. Í donsku pressuni hevur prátið leingi verið, at norðmenn í fótbóltshøpi eru primitivir, og at danir, sum ofta verða nevndir og sjálvir dáma væl at kalla seg norðurlendsku brasiliumenninir í fótbólti, eru væl betri.
Um eina góða viku fer tað at standa sína roynd, hvør stílurin er drúgvari í landsliðshøpi ? tann kropsliga sterki og taktiskt roknandi norski ella tann meiri bóltglaði og álopssinnaði danski.
Í liðfótbólti er eingin ivi. Mikukvøldið varð sligið rimmar fast, at norska Rosenborg eigur sjálvsagdan rætt at taka lut í bólka spælinum í Europa Cup, og at tað er sera ilt at ímynda sær, hvussu danska meistaraliðið nakrantíð skal hava møguleika at røkka so langt. Brøndby megnaði ikki at gera av við Rosenborg, og so er tað heilt veruleikafjart at rokna við, at teir skuldu havt møguleikan ímóti eitt nú Manchester United, Milan ella Barcelona, sum vóru onnur møgulig mótstðulið í triðja og avgerandi undanumfarinum.
Rosenborg fekk málið á útivølli, sum Brøndby ikki megnaði at skora í Tróndheimi. So skuldi danska liðið skjóta trý mál seinastu tíman, og tað roknaði eingin við var møguligt. Talan tóktist vera um sanna eyðmýking, tá Rosenborg økti til 2?0 og 3?0. Fyri Brøndby var tað kærkomið, at tað síðstu løtuna, tá Rosenborg slakaði eitt sindur í eftiransingunum, tvær ferðir eydnaðist at minka um munin.
Umframt í stílinum var munurin serliga eyðsýndur á einum plássi. Veteranurin í Brøndby málinum, Mogens Krogh, vísti avrik, sum var alt annað enn europeisku meistarakappingini verdugt. Í hinum endanum stóð íslendski landsliðsmálverjin, Árni Gautur Arason. Hann var ein sannur brandur. Í 1. hálvleiki, tá Brøndby hevði bóltin nógv meiri og spældi seg til tríggjar stórar møguleikar, bjargaði hann frágera væl.
Hetta er áttanda ferðin upp í slag, at Rosenborg er við í Europa Cup fyri meistarar. Tað sást aftur í pengakassanum. Samlaðu inntøkurnar av teimum fyrstu sjey kappingunum hava verið umleið 350 milliónir krónur. Um miðaltalið framvegis verður tað sama ? og hví skal tað ikki tað ? so fer europeiska inntøkan komandi summar tilsaman í átta ár at hava verið 400 milliónir krónur.
Einki er at siga til, at teir í Brøndby hingu við nevinum mikukvøldið. Í ein hálvan tíma droymdu teir um stóru inntøkuna. So syrgdi Frode Johnsen, sum segðist vera so mikið skaddur, at hann ikki átti at havt spælt við, fyri, at Brøndby dreymurin ongan møguleika hevði at gerast til veruleika, og so nyttar tað einki hjá danska liðnum at iðra seg um, at teir raktu uppstandara og tvørtræ, og at íslendski málverjin var betri enn teirra málverji.
Annan leygardag skulu Morten Olsen og hansara menn í Oslo prógva, at tá tað snýr seg um landsliðsfótbólt er Danmark betri enn teir í Noregi eru. Spennandi verður at fylgja tí telvingini.